Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til Barnatalvkapping fyri lið í Klaksvík

Innbjóðing til Barnatalvkapping fyri lið í Klaksvík

Sunnudagin 16. oktober er barnatalvkapping fyri lið á skránni. Kappingin verður á Skúlatrøð í Klaksvík og byrjar kl. 13:00.

4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni. 

Tiltakið er serliga eitt gott høvi hjá nýbyrjarum at royna seg, at læra at brúka klokku og at koma at kenna talvumhvørvið og aðrar ungar talvspírar.

Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Top 3 lið í hvørjum aldursbólki vinna medaljur, og er hettar samstundis ein út av tveimum undankappingum til eina finalu. Hin undankappingin verður 22. oktober og finalan tann 5. november. Samanumtikið, úr báðum undankappingunum, koma 6 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki at kappast um heitið Føroyameistarar í barna-kvik-talvi fyri lið 2022.

Øll eru vælkomin til at melda lið; skúlar, talvfeløg og onnur áhugað, við at skriva til kappingarleiðaran á kappingarleidarin@faroechess.com. Freistin er hósdagin, 13. oktober. 

Talvsamband Føroya

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.