ST-Open

Fyrsta Open-kapping í ár verður í Sandavági vikuskiftið 8.-10. novembur 2019. Telvað verður í hølum felagsins.

Les meira »

KT-Kvik leygardagin

Leygardagin kl. 11 verður fyrsta kvik-kapping í ár. Kappingin verður í Kollafjarðar skúla. Kappingin er partur av GP-kappingunum og er fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Les meira »

Frásagnir frá Xtracon Open 2019

Í summar varð tann árliga kappingin í Danmark, Xtracon Open, telvað. Sum vant vóru fleiri føroyingar við. Her eru trý viðmerkt talv frá feðgunum Elmar, Leif og Benjamin Fjallheim.

Les meira »

Helgi við í kvalifikatiónskappingini til HM

Í døgunum frá 9. september til 4. oktober 2019 verður kvalifikatiónskappingin til HM telvað í Khanty-Mansiysk í Russlandi. Hetta er ein kapping, har finalistarnir av teimum 128 telvararunum kappast um at vinna sær luttøku í kandidat-kappingini, har vinnarin sleppur at royna at vinna heimsmeistaraheitið frá Magnusi Carlsen.

Les meira »

Helgi franskur snarmeistari

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska kann nú kalla seg franskan meistara í snartalvi. Hann hevur við øðrum orðum vunnið French Open í sprintgreinini í talvi. Vorðið sum bragd hjá 29 ára gamla havnarmanninum. Einir 400 telvarar úr ymsum heraðshornum – í alt einir tjúgu stórmeistarar – vóru við á stóru talvstevnuni um opna, almenna meistaraheitið í kvik- og snartelving í Fraklandi um vikuskiftið.

Les meira »