Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til liðkappingina 2022/2023

Innbjóðing til liðkappingina 2022/2023

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2022/2023.

Hesi feløg hava lið í:

  1. deild: Havnin 1, Sandavágur 1, Klaksvík 1, Havnin 2,  Klaksvík 2 og Kollafjørður 1 (flutt upp úr 2. deild).
  2. deild: Vestmanna 1 (flutt niður úr 1. deild), Klaksvík 3, Sandavágur 2, Havnin 3, Kollafjørður 2, Havnin 4 (flutt upp úr 3. deild).
  3. deild: Rókur 1 (flutt niður úr 2. deild), Toftir 1, Kongshavn 1, Sandavágur 3, Kollafjørur 3 og Sandavágur 4 (flutt upp úr 4. deild).

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 4. deild og unglingum. Unglingar koma at telva mikukvøld. Treytin fyri at telva í Unglingum er, at ratingtalið ikki er hægri enn 1.200, tá kappingin byrjar.

Tilmeldingarfreisin er mikudagin 28. september 2022, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð. Sendast skal til kappingarleidarin@faroechess.com.

Umráðandi er eisini, at feløgini senda inn styrkilistar sínar. 

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).

Ætlanin er, at liðkappingin byrjar sunnudagin 9. oktober 2021.

 

Talvini í 1.deild skulu sendast talgilt til kappingarleidarin@faroechess.com. Ynskiligt er, at hetta eisini verður gjørt í øðrum deildum. 

 

 

Við talvkvøðu,

TALVSAMBAND FØROYA

Sí eisini

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og …