Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Luitjen í stórum stíli

Luitjen í stórum stíli

16 ára gamli føroyski telvarin Luitjen Akselsson Apol er á veg móti eini sensasjón í kappingini um EM-heitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa. Telvað verður í Liktinstein.
 
Fyri níggjunda og seinasta umfar í morgin stendur á jøvnum millum Luitjen og spanska stórmeistaran  Henderson de la Fuente Lance, sum umboðar Andorra. Teir hava átta stig hvør, og møtast í morgin í avgerandi innanhýsis talvi um hvør av teimum vinnur kappingina.

 
Luitjen vann fyrstu sjey talvini í eitt koyr, men í dag tapti hann fyri IM Fred Berend úr Luksemburg. Telvarin úr Andorra hevur tvey remis og seks sigrar.
 
Fyri talvið í dag hevði Luitjen forvunnið 116 ratingstig í hesari kappingini. Hann vinnur tí alt aftur, sum hann misti á olympiaduni í India í summar. Av sonnum stór sveiggj.
 
 
Tikið øll á bóli
 
Tað er ikki yvir at dylja, at ungi føroyingurin hevur lopið hvøkk á øll. Luitjen var styrkismettur nummar seks av teimum tíggju telvarunum í kappingini. Við eru tveir stórmeistarar og ein altjóða meistari. 
 
Smátjóðirnar í Evropa, sum eru við í hesum kappingum, eru Andorra, Luksemburg, Føroyar, Kýprós, Malta, Monako, Liktinstein, San Marino, Jersey og Guernsey. Tey hava øll eitt umboð hvørt í kappingini.
 
Føroyar hava staðið seg væl í hesum kappingum, bæði fyri einstaklingar og fyri landslið. Føroyingar hava vunnið mest í alt, bæði fyri lið og einstaklingar. Luitjen var eisini við á føroyska landsliðnum, sum í november/desember í fjør vann EM-stevnuna fyri smátjóðir í Evropa suðuri á Malta saman við Helga Dam Ziska, Høgna Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Jón í Horni Nielsen.  Harumframt hevur Helgi Dam Ziska vunnið einstaklingakappingina tvær ferðir. Hetta er fjórða kappingin av hesum slagi.
 
Og í morgin fáa vit at síggja, hvussu Luitjen fer at standa seg móti stóra favorittinum úr Andorra í avgerandi toppdystinum í seinasta umfari í Liktinstein.
16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol ávegis móti stórfingnum úrsliti í Liktinstein.
 
 
 
EM-einstaklingar í talvi fyri smátjóðir 2022. Støðan fyri seinasta umfar í morgin.
Rk.   Name Rtg FED 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Pts.  TB1   TB2   TB3 
1   Apol Luitjen Akselsson 2113 FAI *   1 1 0 1 1 1 1 1 7 0 7 21,00
2 GM Henderson de la Fuente Lance 2504 AND   * ½ 1 ½ 1 1 1 1 1 7 0 6 20,25
3 GM Efimov Igor 2360 MNC 0 ½ * 1 1   1 1 1 1 6,5 0 6 19,00
4   Mizzi Jack 1863 MLT 0 0 0 * 1 1   1 1 1 5 1 5 12,00
5 IM Berend Fred 2300 LUX 1 ½ 0 0 * 1 1   ½ 1 5 0 4 18,00
6 FM Michaelides Konstantinos 2304 CYP 0 0   0 0 * 1 1 1 1 4 0 4 5,50
7 CM Kirby Peter J. 2011 GCI 0 0 0   0 0 * 1 1 ½ 2,5 0 2 2,75
8   Frick Renato 1875 LIE 0 0 0 0   0 0 * ½ 1 1,5 0 1 1,00
9 FM Volpinari Danilo 1929 SMR 0 0 0 0 ½ 0 0 ½ *   1 0 0 3,25
10   Carpenter Paul A. 1986 JCI 0 0 0 0 0 0 ½ 0   * 0,5 0 0 1,25

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.