Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping á netinum

Talvkapping á netinum

Leygarkvøldið 15. Oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Kappingin verður telvað á væl umtóktu heimasíðuni chess.com. Fyri at luttaka í kappingini, skal ein hava brúka á chess.com og verða limur í bólkinum hjá Talvsamband Føroya. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya – Skakklub – Chess.com

Bert brúkarar, har mann sær, hvør stendur aftanfyri brúkarar, sleppa í bólkin.

Kappingin byrjar leygarkvøldið kl. 19. Telvað verða 9 umfør við tíðini 3 min. + 2. sek/leik. Chess.com letur upp fyri tilmelding ein tíma áðrenn. T.v.s. leygarkvøldið kl. 18.00. Kappingin er at finna her: Spil skak online gratis med venner og famile – Chess.com

Kappingin er partur av Grand Prix kappingini hjá Talvsamband Føroya. Meira kann lesast um ta kappingina her: Reglugerð fyri Grand Prix – Talvsamband Føroya (faroechess.com)

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.