Nú annar dagurin er farin afturum, hava føroysku telvararnir fingið 11½ stig tilsamans, sum er áleið á støði við árini frammanundan.
Janus Skaale hevur tó skarað framúr, og liggur hann á einum deildum øðrum plássi. Hann var styrkismettur nr. 10 í B-bólkinum undan kappingini, men enn hevur hann ikki tapt. Í morgin fær hann tó truplan dyst móti Toivo Keinanen, sum liggur einsamallur á fremsta plássi í bólki B. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess
