Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Nýggjur styrkilisti

Nýggjur styrkilisti

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt styrkilistan fyri desember 2018.

Tað mest áhugaverda fyri okkum er, at Helgi Dam Ziska stendur nú sum nummar 75 í heiminum í kviktalvi. Í kviktalvi hevur telvari vanliga hálvan tíma ella 25 minuttir til talvið. 

Einasti norðurlendingur, sum er ovari enn føroyski stórmeistarin á hesum yvirliti, er norski heimsmeistarin Magnus Carlsen. Hann er fremstur á øllum trimum styrkilistum; í vanligari telving (standard chess), í kviktalvi (rapid chess) og í snartalvi (blitz).

Topp 10 í Føroyum

Á føroyska topp 10 listanum í vanligari telving eru nakrar flytingar farnar fram hetta seinasta hálva árið. John Rødgaard er dragnaður eitt sindur eftir minni góða úrslitið í OL í heyst, og Martin Poulsen, sum var føroyskur toppskjútti í OL, gongur fram. Rógvi Egilstoft Nielsen er eisini framfarin eftir góða úrslitið í Runavík Open, har hann tryggjaði sær annan IM-normin.

Føroyskur topp 10 – desember 2018:

1 GM Helgi Dam Ziska, HT 2544

2 FM Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2400

3 FM Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2339

4 IM John Arni Nilssen, KTF 2318

5 IM John Rødgaard, VT 2282

6. FM Martin Poulsen, HT 2261

7. FM Olaf Berg, HT 2229

8. FM Carl Eli N. Samuelsen, HT 2209

9. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2209

10. Bogi Ziska, TT 2204

 

OL_2018_Helgi

Helgi Dam Ziska – nummar 75 í heiminum í kviktalvi

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …