Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Rógvi í oddastríðnum

Rógvi í oddastríðnum

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur nú lagt seg fram í oddan í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Rógvi hevur 4½ stig eftir seks umfør, og er nummar tvey í kappingini saman við trimum útlendskum stórmeistarum.

Í sjeynda umfari, sum byrjar klokkan 10 í morgun, hevur Rógvi hvíta fólkið móti Oleg Korneev, sum er einsamallur á odda við fimm stigum. Korneev er ættaður úr Russlandi, men umboðar nú Spania. Hann er 49 ára gamal, gjørdist stórmeistari í 1995, og í 2006 táttaði styrkital hansara í 2700. Tá var hann nummar 35 í heiminum.

Høgni tapti

Høgni Egilstoft Nielsen var í sætta umfari í gjár fyri sínum fyrsta ósigri í kappingini. Mótstøðumaður hansara var ukrainski stórmeistarin Vitaliy Bernadskiy. Tapið ber í sær, at møguleikarnir fyri at ogna sær síðsta IM-normin versnaðu. Røkkur Høgni triðja IM-norminum kortini í hesari kappingini, verður hann altjóða meistari í talvi.

Høgni telvaði í gjár móti triðja stórmeistaranum í kappingini, og í dag fær hann ein fjórða av sama slagi ímóti sær – Vadim Malakhatko, sum umboðar Belgia. Honum telvaði Rógvi Egilstoft Nielsen remis ímóti fyrr í kappingini.

Dupultumfar er í Runavík Open í dag. Sjeynda umfar byrjar klokkan 10 í morgun, og klokkan 17.00 verður farið undir áttanda umfar. Fylgjast kann við leik fyri leik á netinum umvegis heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.

Kappingin endar í morgin.

Rogvi_Nielsen

Rógvi Egilstoft Nielsen – toppdystur í morgun móti oddamanninum í Runavík Open

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …