Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2019/2020. Les meira »
Seinastu Tíðindini
Frásagnir frá Xtracon Open 2019
Í summar varð tann árliga kappingin í Danmark, Xtracon Open, telvað. Sum vant vóru fleiri føroyingar við.
Her eru trý viðmerkt talv frá feðgunum Elmar, Leif og Benjamin Fjallheim.
Les meira »Helgi við í kvalifikatiónskappingini til HM
Í døgunum frá 9. september til 4. oktober 2019 verður kvalifikatiónskappingin til HM telvað í Khanty-Mansiysk í Russlandi. Hetta er ein kapping, har finalistarnir av teimum 128 telvararunum kappast um at vinna sær luttøku í kandidat-kappingini, har vinnarin sleppur at royna at vinna heimsmeistaraheitið frá Magnusi Carlsen.
Aðalfundur 30. septembur kl. 19
Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 30. septembur 2019 kl. 19.00, í Skúlanum á Giljanesi.
Helgi franskur snarmeistari
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska kann nú kalla seg franskan meistara í snartalvi. Hann hevur við øðrum orðum vunnið French Open í sprintgreinini í talvi. Vorðið sum bragd hjá 29 ára gamla havnarmanninum.
Einir 400 telvarar úr ymsum heraðshornum – í alt einir tjúgu stórmeistarar – vóru við á stóru talvstevnuni um opna, almenna meistaraheitið í kvik- og snartelving í Fraklandi um vikuskiftið.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung, í Kollafirði sunnudagin 26. mai
Sunnudagin 26/5-2019 kl. 14.00 verður fjórða, og seinasta, talvkappingin fyri børn og ung í hesum kappingarárinum, hildin í Kollfjarða Skúla. Les meira »
Úrslit frá kappingini fyri børn og ung Giljanesi
22 telvarar í 3 bólkum vóru møttir til triðu kappingina fyri børn og ung á Giljanesi í dag.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung, á Giljanesi leygardagin 11. mai
Leygardagin 11/5-2019 kl. 13.00 verður triða í røðini av fýra kappingum hildin í Skúlanum á Giljanesi.
Les meira »Úrslit frá barna- og ungdómskappingi í Havn
Fyrra vikuskifið var onnur av fýra talvkappingin fyri børn og ung hildin í Havn. 26 ungdómar luttóku í trimum bólkum, og spenningur var í øllum bólkunum.
Les meira »Benjamin Reinert Fjallheim Ársins Stjørnuskot
Benjamin Reinert Fjallheim varð kosin Ársins Stjørnuskot, og hóast ungan aldur, so hevur hann verið virkin í fleiri ár. Tað er sannuliga eisini uppiborið, at hann fekk heiðurin íár. Við greiðum meiriluta valdu feløgini Benjamin, sum fekk 64% av atkvøðunum.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess