Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / GP-Finalan verður telvað í Havn

GP-Finalan verður telvað í Havn

Leygardagin 20. mars verður GP-finalan telvað í nýggju hølinum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen (fyrrverandi sangstovan í Kommunuskúlanum).

Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið hetta kappingarárið.

Kappingin er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar leygardagin 20. mars kl. 10.00. 9 kviktalv verða telvaði.

Stað:

Telvað verður í Finsen (fyrrverandi sangstovan í Kommunuskúlanum).

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1.000 kr.
  2. 650 kr.
  3. 350 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 250 kr.

Vinningarnir hækka, um nógvar tilmeldingar eru.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 740400, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.00

Tilmeldingar higartil síggjast her: Tilmeldingar

 

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.