Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Unglingar 2020/21

Unglingar 2020/21

Í vetur var unglingaliðkappingin sett á skrá aftur fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Tað er einki at ivast í, at um telvingin í Føroyum framhaldandi skal mennast, so mugu ungar kreftir setast við, og tí er gleðiligt at síggja so góða umboðan og luttøku í ár.

6 lið hava kappast umboðandi 4 feløg – HT, KTF, KT og ST. Vónandi legst afturat hesum næsta ár.

HT og KTF1 løgdu seg á odda beinanveg, og fylgdust tey væl langt inn í kappingina og vóru greitt frammanfyri hini liðini. Avgerðin kom at fella í 9.umfari í innanhýsis dysti ímillum HT1 og KTF1, ið HT vann 4-0.

Tá ið seinasta umfar var telvað 3/3-21 vóru øll 6 liðini savnað á Giljanesi, tó vóru flestu plaseringarnar avgjørdar frammanundan, tað var bert spenningur um hvørt KTF2 ella KT fingu 3.plássi.

Tá ið seinastu leikirnir vóru fluttir so gjørdist endaliga støðan hendan:

HT 35 stig
KTF1 28½ stig
KTF2 23½ stig
KT 18,5 stig
ST1 12 stig
ST2 2½ stig

Tað hevur verið sera hugaligt at fylgt ungu telvarunum og sæð menningina frá 1. umfari til 10.umfar, góðskan á talvunum er stigvíst vorðin betur og boðar tað frá góðum.

At enda kunnu vit fegnast um, at 40 unglingar hava luttikið í liðkappingini og sermerkt hevur eisini verið, at ST2 bert hevur verið mannað við gentum øll 10 umførini.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.