Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Snarkapping í Runavík

Snarkapping í Runavík

9’inda og næstsíðsta GP-kapping verður telvað í skúlanum við Løkin leygardagin. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Kappingin er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar leygardagin 6. mars kl. 13.00. 9 snartalv verða telvaði.

Stað:

Telvað verður í skúlanum við Løkin. Tað er ikki lov at ganga inni í skóm.

Tíð:

Snartalv: 3 min. + 2 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 500 kr.
  2. 300 kr.
  3. 200 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Vinningarnir hækka, um nógvar tilmeldingar eru.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 740400, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.00

Tilmeldingar higartil síggjast her: Tilmeldingar

 

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.