Nú verður stig tikið til at stovna talvfelag í Suðuroynni.
Spírin til talvfelagið er á Tvøroyri, og er sprottin av kvøldskúlaundirvísing í talvi.
Undangongumenn hittust í dag í Salt á Drelnesi.
Ein av stigtakrunum, Eyðun Nolsøe, skrivar við einum farra av skemti millum annað soleiðis á sínum facebook vanga við eini mynd, ið er tikin í mentanarhúsinum Salt:
Ikki síðani Fylking varð stovnað í 1915, hevur so mikið søguligur fundur verið her á staðnum. Ætlanin hevur nøkur ár á baki og hevur møtt sera góðari vælvild millum manna og eisini í mentanarnevndini í býráðnum. Tá kvøldskúlin við Lív Næs, saman við Ólavi Rasmussen og Róa Einarsson í Salt, lótu møguleikan og dyrnar upp fyri talvfrálæru og telving í glæsiligum umstøðum á Drelnesi, var leyst og liðugt. 22/3 verður stovnandi aðalfundur eftir síðstu talvfrálæruna í vár. Felagið er fyri telvarar um alla oynna, tí saman standa vit sterk. Meir verður at frætta seinni um hugskot og virksemið felagsins á heimasíðuni hjá Salt.
Skrivað hevur Dagfinn Olsen, in.fo