Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 51)

Seinastu Tíðindini

Helgi við í kvalifikatiónskappingini til HM

Í døgunum frá 9. september til 4. oktober 2019 verður kvalifikatiónskappingin til HM telvað í Khanty-Mansiysk í Russlandi. Hetta er ein kapping, har finalistarnir av teimum 128 telvararunum kappast um at vinna sær luttøku í kandidat-kappingini, har vinnarin sleppur at royna at vinna heimsmeistaraheitið frá Magnusi Carlsen.

Les meira »

Helgi franskur snarmeistari

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska kann nú kalla seg franskan meistara í snartalvi. Hann hevur við øðrum orðum vunnið French Open í sprintgreinini í talvi. Vorðið sum bragd hjá 29 ára gamla havnarmanninum.

Einir 400 telvarar úr ymsum heraðshornum – í alt einir tjúgu stórmeistarar – vóru við á stóru talvstevnuni um opna, almenna meistaraheitið í kvik- og snartelving í Fraklandi um vikuskiftið.

Les meira »

Benjamin Reinert Fjallheim Ársins Stjørnuskot

Benjamin Reinert Fjallheim varð kosin Ársins Stjørnuskot, og hóast ungan aldur, so hevur hann verið virkin í fleiri ár. Tað er sannuliga eisini uppiborið, at hann fekk heiðurin íár. Við greiðum meiriluta valdu feløgini Benjamin, sum fekk 64% av atkvøðunum.

Les meira »

Luitjen Akselsson Apol ársins telvari

Luitjen Akselsson Apol sum varð kosin Ársins Telvari eftir steypakappingina, hevur havt eitt framúr gott kappingarár. Tað bleiv dyggiliga staðfest til atkvøðugreiðsluna, sum feløgini avgreiddu undir steypakappingini. Tað var als eingin ivi um úrslitið, Luitjen fekk 88% av atkvøðunum.

Les meira »

Klaksvíkar Talvfelag steypavinnarar 2019

Leygardagin varð steypakappingin 2019 telvað í Klaksvík. 40 telvarir, úr fimm feløgum luttóku við tilsamans 6 liðum. Undirtøkan var nakað lakari enn undanfarnu árini, tá ið fleiri lið hava verið við, men tað gjørdi ikki kappingina minni spennandi, tí spenningurin helt sær til seinasta leik.

Les meira »