Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 13)

Seinastu Tíðindini

Luitjen í stórum stíli!

Í dag vann Luitjen HT unglinga uppgerðina í stórum stíli. Enn tá við tí svarta fólkinum. Teir báðir byrjaðu við eini London líknandi byrjan, sum Elias handfór skeivt tíðliga í talvinum. Og tá hann fór í longuborg og hartil lat kongastøðuna upp við finnuleikinum á c3, var Luitjen í sínum rætta álops elementi. Við taktiskum snildum kombineraði hann seg inn í hvítu støðuna hjá Eliasi, sum til seinast var nóg stórur til at lata Luitjen seta seg skák og mát.

Les meira »

Elias brillierar!

Tað fyrsta markanta úrslitið í ársins FM kapping kom longu í 1. umfari. Ungi havnarmaðurin Elias Petersen fekk ein góðan skalp í dag, tá hann útspældi Hans Kristian í miðspælinum. Fyrst fekk hann eina finnu og seinni fangaði hann riddaran hjá Hans Kristiani, sum brádliga ongir puntar hevði at flyta til. Talvið byrjaði við tí ensku byrjanini og teir telvaðu symetriskt nakað inn í byrjunarspælið. Men tá Hans Kristian heldur optimistiskt smekkaði finnuna út á e4 og at síggja til fekk eitt gott tak á miðjuni, kundi Elias við eini taktiskari snildu simpulthen taka finnuna. Tá riddarin eisini reyk, var støðan tapt og Hans Kristian gavst. 

Les meira »

Hvør verður føroyameistari?

Klokkan tvey í dag vórðu fyrstu leikirnir fluttir í FM-kappingini í talvi 2025. Favorittarnir eru Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol. Ilt er at ímynda sær nakran annan í meistarabólkinum, sum kann standa hesum báðum kurl. Í alt 56 telvarar eru við í FM-stevnuni á Skúlatrøð í Klaksvík. Til ber at fylgja við á netinum leik fyri leik á øllum borðum. Telvað verður í sjey dagar til langa fríggjadag, tá kappingin endar.

Les meira »

Í dag byrjar FM fyri einstaklingar 2025

Fyrsta umfar verður telvað í dag klokkan 14:00 uppi á Skúlatrøð

Kappingin hevur tilsamans 44 luttakarar.

Í Landsliðsbólkinum luttaka átta telvarar við Høgna Egilstoft sum rating favoritti við einum styrkistali uppá 2374.

Les meira »

Talvlega fyri børn og ung

Talvsamband Føroya skipar í døgunum 5. til 6. apríl fyri talvlegu fyri børn og ung. Legan verður í Kollafirði. Vant verður í skúlanum og gist verður í skótahúsinum. Á skránni er venjing, hugni og felagsskapur, matur, spæl og gisting. Vant verður í ymsum styrkibólkum. Venjarar á hesi legu eru Luitjen Akselsson Apol, Haldur Suni Johansen og Árant Djurhuus.

Les meira »

Innbjóðing til GP Finaluna 2025

Leygardagin 29. mars verður Grand Prix finalan telvað í Sandavági. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.

Les meira »

Havnin sigraði

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag 2025 við steypi og gullheiðursmerkjum. F.v.: Helgi Dam Ziska, Sjúrður Thorsteinsson, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Luitjen Akselsson Apol og Herluf Hansen.

Havnin sigraði

Havnar Telvingarfelag endurvann FM-heitið í stórum stíli í seinasta umfari í landskappingini í gjár.

Havnarmenn vunnu stórsigur 3½-½ á kappingarneytanum úr Sandavágs Talvfelag, eisini eydnaðist B-liði Havnar Telvingarfelags at lívbjarga sær í harðari kapping við Kollafjarðar Talvfelag, sum tí noyðist at víkja sætið í deildini. 

Unga manningin hjá kollfirðingum hevur kortini staðið seg væl í vetur, og eigur tí at seta sær fyri at vinna seg aftur upp í bestu deildina sum skjótast. Eydnast teimum at byggja oman á tað, sum longu er laðað, fara teir helst at kunna bíta seg fastar í bestu deildini í framtíðini.

Sandavágs Talvfelag vann 2 deild, Rókur 3 deild og Klaksvíkar Talvfelag 4 deild. 

Seinastu dystirnir í øllum fýra deildunum vórðu telvaðir undir somu lon í gjár. Kollafjarðar Talvfelag skipaði fyri stórum, væl eydnaðum felagsumfari í Kollafjarðar Skúla. Talvsamband Føroya varpaði leikirnar í øllum dystum í 1 deild út beinleiðis.

Havnarmenn og sandavágsmenn í avgerandi dysti um FM-heitið í talvi í Kollafirði í gjár.

Spenningur til síðsta leik

Toppdysturin – moralska FM-finalan millum Havnina og Sandavág – gjørdist ikki tað brakið, sum hon ofta hevur verið. Til tess var liðið hjá vágmonnum í so skert. Rógvi Egilstoft hevur verið burturstaddur seinasta árið, og tað er missur, sum ikki bøtist fyri. At Jón í Horni Nielsen heldur ikki var tøkur í gjár, bar í sær, at fyritreytirnar at geva havnarmonnum ein skarpan gang, vóru nógv versnaðar.

Á 1 borði brustu landsins bestu tveir telvarar saman í einvíggi. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen. Ofta endar javnt teirra millum, men í gjár telvaði Helgi sera væl og vann sannførandi. Her sást hvør var stórmeistari, og hvør var altjóða meistari.

FM-heitið hjá Havnini var longu veruleiki, tá fyrsta talvið í dystinum var liðugt. Martin Poulsen syfti Torkil Nielsen á triðja borði, og so var 27 FM-heitið hjá HT heima. Carl Eli gjørdi Martini kynstrið eftir á fjórða borði, men á øðrum borði mundi Silas Eyðsteinsson hava munin, men føroyameistarin, Luitjen A. Apol, greiddi kortini remis.

So var tað botnstríðið. Hvør fór at lívbjarga sær í deildini? Kollafjørður og Havnin B lógu borð um borð. Kollfirðingar høvdu styrkt seg við Hans Kristiani Simonsen, sum kanska hevði bjargað felagnum í deildini, hevði hann telvað meira heilhugaður í vetur. Kollafirðingar dystaðust við B-liðið hjá klaksvíkingum, og úrslitið var, at tað endaði javnt á øllum borðum.

B-liðið hjá Havnini hevði A-liðið hjá klaksvíkingum ímóti sær. Havnarmonnum eydnaðist óvæntað at stríða seg til ein javnleik, og tað vísti seg at røkka. Í stigum endaðu Havnin B og Kollafjørður jøvn, men Havnin hevði munin í dystarstigum, sum er fínteljingarmáti, ið grundaður er á, at fyri vunnan dyst fær lið tvey dystarstig, og eitt fyri javnan dyst. Innanhýsis dystirnir vóru avgerandi. Annar endaði javnur, men hin fyrra vann Havnin. Kollfirðingar vóru sera nær við at bjarga sær í gjár. Í síðsta talvinum í dystinum var líkt til, at Árant Djurhuus fór at vinna, men sum tann listilærdi telvari, ið mótstøðumaðurin, Finnbjørn Vang er, og altíð hevur verið, eydnaðist honum at neyðhalda um remis við skákendurtøkum í annars taptari støðu. Her bjargaði klaksvíkingurin havnarmonnum!

1 deild – 10 umfar

Sandavágur – Havnin ½ – 3½

IM Høgni Egilstoft Nielsen – GM Helgi Dam Ziska 0 – 1

Silas Eyðsteinsson – Luitjen Akselsson Apol ½ – ½

Torkil Nielsen – Martin Poulsen 0 – 1

Jón Atlason – Carl Eli Samuelsen 0 – 1

Klaksvík – Havnin B. 2 – 2

Ólavur Simonsen – Herluf Hansen 1 – 0

Rani Baldursson – Margar Berg 1 – 0

Heðin Gregersen – Elias Petersen 0 – 1

Terji Petersen – Suni Merkistein 0 – 1

Kollafjørður – Klaksvík B. 2 – 2

Hans Kristian Simonsen – Haldur S. Johansen ½ – ½

Árant Djurhuus – Finnbjørn Vang ½ – ½

Rógvi Mørkøre – Wille Olsen ½ – ½

Karl Marius Dahl – Tummas M. Sólsker ½ – ½

1 deild – endaliga støðan

1. Havnin 32½ stig

2. Sandavágur 27

3. Klaksvík 22

4. Klaksvík B. 14

5. Havnin B. 12

6. Kollafjørður 12

Sigurin hjá Havnar Telvingarfelag gjørdist til endans rættiliga tryggur. 32½ stig er frálík úrtøka, og verður hugt at einstøku úrslitunum sæst, at allir hava avrikað væl.

HT

Helgi Dam Ziska 6/7

Luitjen Akselsson Apol 7/8

Martin Poulsen 4/4

Carl Eli Samuelsen 5/7

Olaf Berg ½/1

Sjúrður Thorsteinsson 3½/5

Hjalti Toftum Jógvanson 2/2

Herluf Hansen 3½/4

Elias Petersen ½/1

Heiðrikur Jacobsen ½/1

Hjá Sandavágs Talvfelag hevur tað sviðið, at Rógvi Egilstoft er burturstaddur. Høgni Egilstoft Nielsen og ikki minst nýggja unga stjørnan, Jón í Horni Nielsen, hava munað væl.

ST

Rógvi Egilstoft 1/2

Høgni Egilstoft Nielsen 8/10

Silas Eyðsteinsson 5/10

Jón í Horni Nielsen 8½/9

Torkil Nielsen 4½/8

Jón Atlason 0/1

FM-sigurin er hin 27-indi hjá Havnar Telvingarfelag, síðan landskappingin byrjaði í síni tíð. Seinastu fimtan árini hevur kortini gingið javnt á millum Havnina og Sandavág. Telja vit tey árini saman, er Sandavágur á odda 8-7. Taka vit seinastu tíggju árini er tað 6-4 til Havnina. Og seinastu fýra árini hevur Havnin vunnið tríggjar ferðir. Tað mishepnaðist á sjálvum hundrað ára jubileumsárinum 2023.

FM-lið 1 deild (1971-2025)

1971 HT

1972 HT

1973 KT

1974 HT

1975 HT

1976 VT

1977 HT

1978 HT

1979 HT

1980 HT

1981 HT

1982 HT

1983 HT

1984 HT

1985 VT

1986 TFS

1987 TT

1988 KTF

1989 HT

1990 HT

1991 KTF

1992 VT

1993 KT

1994 KT

1995 HT

1996 KTF

1997 KTF

1998 KT

1999 KTF

2000 HT

2001 HT

2002 VT

2003 HT

2004 KTF

2005 HT

2006 VT

2007 KTF

2008 VT

2009 HT

2010 KTF

2011 ST

2012 HT

2013 ST

2014 ST

2015 ST

2016 ST

2017 HT

2018 HT

2019 ST

2020 HT

2021 ST

2022 HT

2023 ST

2024 HT

2025 HT

FM-sigrar í alt (1971-2025)

HT (Havnar Telvingarfelag) 27

ST (Sandavágs Talvfelag) 8

KTF (Klaksvíkar Talvfelag) 8

VT (Vestmanna Talvfelag) 6

KT (Kollafjarðar Talvfelag) 4

TT (Tofta Talvfelag) 1

TFS (Talvfelagið Streymur) 1

Eisini Sandavágur  og Havnin

Feløgini, sum nú í fimtan ár hava togast um FM-heitið í 1 deild, eiga eisini bestu tvey liðini í næstbestu deildini. 

At Sandavágs Talvfelag fór at vinna og flyta upp í 1 deild við einum liði aftrat, var longu greitt eftir níggjunda og næstseinasta umfar fyri tveimum vikum síðani.

Og í gjár gjørdist greitt, at blaðunga manningin hjá Havnini B endaði nummar tvey. Unglingamanningin – við tilkomnum special guest star á 1 borði – vann á toftaliðnum, sum fyrr hevur ligið á uppflytingarkós. Sólskinssøgan var, at 72 ára gamli fyrrverandi føroyameistarin, Luitjen Apol, gjørdi comeback eftir fleiri ára steðg, og vann. Í stórum stíli syfti hann Andrias Danielsen, sum nú í fleiri ár hevur sitið á 1 borði hjá Tofta Talvfelag. Enn eru knotur í føroyskum kongum!

Hitt liðið hjá Havnini lívbjargaði sær í deildini við góðum úrsliti í gjár. Endin var tí, at Kongshavn – fyrr Runavík – noyðist aftur í 3 deild at venda. 

2 deild – 10 umfar

Sandavágur – Kongshavn 3 – 1

Bernhard Augustinussen – Eyðun Lamhauge ½ – ½

Ingi Wiberg – Brandur Højgaard ½ – ½

Jónfinn Thomsen – Henrik W. Joensen 1 – 0

Johnny Petersen – Zaid Al-Jay 1 – 0

Toftir – Havnin B. 1½ – 2½

Andrias Danielsen – Luitjen Apol 0 – 1

Bogi Ziska – Petur G. Magnussen ½ – ½

Jógvan Ingvard Hansen – Brestir Samuelsen ½ – ½

Jón Magnus Joensen – Eyðun L. Staksberg ½ – ½

Havnin A. – Klaksvík 2½ – 1½

Øssur Joensen – Einar Gregersen ½ – ½

Jóannes Guttesen – Rókur Davidsen 1 – 0

Óli Joensen – Flóvin M. Tummasarson 0 – 1

Poul Poulsen – Rógvi H. Olsen 1 – 0

2 deild – endaliga støðan

1. Sandavágur 25½ stig

2. Havnin B. 21½

3. Klaksvík 21

4. Toftir 20½

5. Havnin A. 15½

6. Kongshavn 14

ST – einstaka úrtøkan

Torkil Nielsen 1/1

Jón Atlason 6½/9

Bernhard Augustinussen 5/8

Ingi Wiberg 3½/6

Jónfinn Thomsen 7/10

Johnny Petersen 1½/2

Hans Kári Hansen 1/2

2 deild (Vinnarar síðstu tíggju árini)

2016 HT

2017 GT

2018 KTF

2019 VT

2020 KTF

2021 VT

2022 KT

2023 ST

2024 KT

2025 ST

Vinnarar 2 deild (1972-1925)

HT 14

ST 11

VT 8

KT 6

KTF 5

TT 4

GT 2

MT 2

TFS 2

Rókur 1

Sundalagsmenn flyta upp

Tað eydnaðist Róki í Sundalagnum at vinna 3 deild og flyta upp í næstbestu deildina. Avbjóðararnir úr Gøtu formáddu sær ov lítið ímóti vestmenningum, og tí var 3-1 sigurin hjá Róki ivaleysa góður til at røkka setninginum.

Manningin hjá Róki í gjár var næstan meinlík FM-manningini hjá Streymi, sum vann bestu deildina í 1986. Bara Hanus Brekká manglaði. Hósvíkingurin Kim Durhuus var á liðnum í gjár saman við teimum trimum hvalvíkingunum.

3 deild – 10 umfar

Kollafjørður – Rókur 1 – 3

Bernhard Thomsen – Finnbjørn Zachariassen 0 – 1

Alvin Joensen – Martin Brekká 0 – 1

Virgar Fagraklett – Kim Durhuus 1 – 0

Signar Kristiansen – Gunnar Joensen 0 – 1

Gøta – Vestmanna 1 – 3

Sigurð Justinussen – Hanus Ingi Hansen 0 – 1

Petur Páll Mikkelsen – Fróði Skúvadal 1 – 0

Símun P. Jacobsen – Jóhan Vørmadal 0 – 1

Hardi Hansen – Reidar Egilsnes 0 – 1

Sandavágur – Havnin 2½ – 1½

Hans Kári Hansen – Birgi Hansen ½ – ½

Hjalti Petersen – Jaspur Gaard ½ – ½

Sonni Nielsen – Kaj Olsen 1 – 0

Hans D. Joensen – Ronny í Lon ½ – ½

3 deild – endaliga støðan 

1. Rókur 25½ stig

2. Gøta 23

3. Kollafjørður 21½

4. Vestmanna 21

5. Sandavágur 17

6. Havnin 12

Rókur – einstaka úrtøkan

Finnbjørn Zachariassen 1/1

Martin Brekká 2½/4

Gunnar Joensen 5/8

Sámal Christiansen 2½/5

Kim Durhuus 4/7

Helgi Kristiansen 1½/3

Mortan Mørkøre 4/5

Høgni Solsker 1/1

Benni Poulsen 2/2

Bjarni Jacobsen 2/3

Róland Joensen 0/1

3 deild (Vinnarar síðstu tíggju árini)

2016 HT

2017 HT

2018 TFS

2019 KT

2020 KTF

2021 Rókur

2022 HT

2023 GT

2024 TT

2025 Rókur

Vinnarar 3 deild (1973-2025)

HT 22

TT 5

VT 4

KT 4

GT 4

Rókur 4

ST 2

KTF 2

TFS 2

ET 1

RT 1

HóT 1

Rókur (Skopun) 1

Sannførandi klaksvíksavrik

Í 4 deild var eingin ivi. Liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag var nógv best. Endurstovnaða felagið á Strondum kann eisini fegnast um góð úrslit í vetur. Verri gongst nýggja felagnum í Suðuroy, sum hevur ilt við at manna lið.

Í alt tíggju lið eru í deildini, og tey hava havt ein dyst hvør móti øðrum í vetur. 4 deild er lutfalsliga nýggj; hetta var fjórða árið, at kappast var í deildini.

4 deild – 9 umfar

Strendur A. – Sandavágur B. 2½ – 1½

Dánjal P. Jacobsen – Súni í Horni 1 – 0

Jógvan Juul Olsen – Jamil Emil Jacobsen 0 – 1

Jóhannus Simonsen – Lukas P. Wiberg 1 – 0

Ábraham Dalslíð – Jamil Oskar Jacobsen ½ – ½

Strendur B. – Havnin 2 – 2

Eyðun Danielsen – Andrew Xin 1 – 0

Petur Magnussen – Baldur B. Jørgensen ½ – ½

Adrian Hávardsson – Djóni Jakobsen ½ – ½

Mathias Jacobsen – Sámal Isfeldt Nesá 0 – 1

Suðuroy – Toftir 1½ – 2½

Bjarni Nielsen – Sigurd Joensen 0 – 1

Jóhann Rói Jacobsen – Harry Jacobsen ½ – ½

Ingi Ellingsgaard – Andras Magnussen 1 – 0

Eingin telvari – Mortan Hansen 0 – 1

Klaksvík – Gøta 3-1

Egil Finsson – Benjamin Tvørfoss ½ – ½

Hanus á Lógv – Pætur Andreasen 1 – 0

Bogi á Kósini – Jørgin Evald Solmunde 1 – 0

Leif Anderssen – Rani Hansen 1 – 0

Rókur – Sandavágur A. 1½ – 2½

Mortan Mørkøre – Mortan Ravnsfjall ½ – ½

Dávur Johannesen – Tórur Gudmundsen 1 – 0

Brandur Ellingsgaard – Gutti Petersen 0 – 1

Natasja Mørkøre – Jóhan Nielsen 0 – 1

4 deild – endaliga støðan

1. Klaksvík 27½ stig

2. Strendur A.  23

3. Sandavágur B. 20½

4. Sandavágur A. 19½

5. Rókur 17½

6. Gøta 16

7. Suðuroy 15½

8. Toftir 13½

9. Havnin 13

10. Strendur B. 13

KTF – einstaka úrtøkan

Hanus á Lógv (eldri) 6/9

Bogi á Kósini 7½/9

Leif Anderssen 6/7

Hanus á Lógv (yngri) 6/8

Emmanuel Chendela 1/1

Egil Finnsson 1/2

4 deild (2022 – 2025)

2022 ST

2023 GT

2024 HT

2025 KTF