Sunnudagin 23. november verður likapping fyri børn telvað í skúlanum við Løkin. Byrjað verður klokkan 14.00.
4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku. Tíðin er 10 minuttir í part til talvið, harafturat verða 5 sekund løgd afturat fyri hvønn leik.
Tiltakið er eitt gott høvi hjá minni royndum og nýliga byrjaðum telvarum at royna seg. Telvararnir læra at brúka klokkuna, koma at kenna talvumhvørvið og møta øðrum ungum talvspírum.
Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar: 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. 3 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki vinna heiðursmerkir.
Øll eru vælkomin at melda lið til: skúlar, talvfeløg og onnur áhugað. Skrivið til kappingarleiðaran á kappingarleidarin@faroechess.com. Tit upplýsa navn á liðinum, nøvn á telvarunum, bygd/bý/skúla/talvfelag og aldursbólk. Freistin at melda til er fríggjadagin 21. november kl. 18.00.
Kongshavnar Talvfelag og Talvsamband Føroya
Talvsamband Føroya Faroechess