Leygardagin, 17. oktober kl. 10.00, verður gentukapping telvað í talvhølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Allar gentur eru vælkomnar. Eisini tær, sum ongantíð hava verið til kapping fyrr.
Telvað verður 5 talv við tíðini 10 min. + 5 sek. fyri hvønn leik. Tað er eingin trupulleiki, um mann ongantíð hevur brúkt klokku fyrr. Tað finna genturnar skjótt útav.
Seinasta freist at melda seg til er fríggjakvøldið 16. oktober kl. 18.00. Tilmelding fer fram við at útfylla teigarnar á hesari leinkju: TILMELDING
Eru spurningar um eitt hvørt, eru tit vælkomin at skriva kappingarleidarin@faroechess.com ella ringja á 271404.
Vit vóna at síggja fleiri gentur til kappingina.
Talvsamband Føroya og Sandavágs Talvfelag
Talvsamband Føroya Faroechess