Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2026 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.
Bólkarnir eru hesir:
Bólkur A U20: Fødd í 2006-2008
Bólkur B U16: Fødd í 2009-2010
Bólkur C U14: Fødd í 2011-2012
Bólkur D U12: Fødd í 2013-2014
Bólkur E U10: Fødd í 2015 ella yngri
Úttøkan verður skipað við undankapping og einari finalu. 8 teir bestu telvararnir í hvørjum bólki sleppa í finaluna og 2. teir bestu telvararnir í finaluni sleppa at umboða Føroyar til NM í Danmark í februar 2026.
Undankappingin verður telvað sunnudagin 16. november. Telvað verður á Skúlatrøð í Klaksvík. Kappingin byrjar klokkan 13.00. Telvað verður 7 talv við tíðini 10 min. + 5 sek/leik.
Tilmelding til kappingin fer fram við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com. Freistin at tilmelda seg er fríggjakvøldið 14. november kl. 20.00.
Møtið fjølment
Klaksvíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya
Talvsamband Føroya Faroechess