Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Ódnarveður snarkapping

Ódnarveður snarkapping

Veðrið er einki serligt í løtuni, so hví ikki brúka kvøldið til eina snarkapping á netinum? Kapping verður fyriskipað klokkan 20.00 á chess.com.

Bólkurin “Talvsamband Føroya” á chess.com skipar fyri kappingini. Fyri at luttaka, má ein verða limur í bólkinum. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya

Telvað verður 7 umfør við tíðini 3 min. + 2 sek. fyri hvønn leik. Sjálv kappingin er at finna her: Ódnarveður snarkapping

Chess.com letur upp fyri tilmelding ein tíma áðrenn kappingarbyrjar. T.v.s. klokkan 19.00.

Øll eru vælkomin at luttaka. Tað er ikki at halda seg aftur.

Sí eisini

Paringarnar í liðkappingini

Paringarnar til liðkappingina eru gjørdar. Liðkappingin byrjar sunnudagin 18. oktober.