Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Vunnu á Luksemburg

Vunnu á Luksemburg

Føroyar sigraðu í dag í týðandi dystinum móti Luksemburg í evropeisku smálandakappingini í talvi fyri landslið. 

Føroyar vunnu 2½ – 1½. Føroyar og Luksemburg eru eftir styrkitølunum bestu liðini í kappingini.

Í triðja umfari í morginári eiga Føroyar triðja lykladystin á rað. Tá verður telvað móti Andorra, sum er smálandameistari. Hesaferð eru teir styrkismettir nummar trý.

Hendan níggjunda smálandakappingin í talvi í Evropa fyri landslið fer fram í Larnaca suðuri á Kýprós.

Føroysku telvararnir hugsavna seg í dystinum móti Luksemburg sunnudagin. Fremst sæst Jón í Horni Nielsen. Síðani Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska.

Føroyar – Luksemburg 2½ – 1½

GM Helgi Dam Ziska 2543 – IM Michael Wiedenkeller 2388 ½ – ½

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 – IM Fred Berend 2222 1 – 0

Luitjen Akselsson Apol 2318 – Philippe Linster 2224 1 – 0

Jón í Horni Nielsen 2104 – WGM Elvira Berend 2241 0 – 1

Høgni telvaði aftur trygt og sannførandi og vann annan dagin á rað. 

Luitjen vann eisini, men stóð eitt sindur kroystur við svarta fólkinum. Í fløktari og taktiskt løddari støðu undir tíðartrýsti snávaði Linster, Luitjen var tá bæði kringur og knappur, og sá straks, hvussu vinnast skuldi.

Helgi hevði munin við svarta fólkinum í jøvnum endatalvi, men var kanska ikki nóg neyvur, og so fjaraði av til remis. Mótstøðumaðurin er svii, svøríkismeistari í 1990, nú er hann besti telvari í Luksemburg, har hann í fleiri ár hevur búð og arbeitt.

Í toppdystunum eru unglingarnir hjá okkum á fjórða borði undir trýsti. Jón var ikki mentur at standa sterku Elviru úr Luksemburg kurl, og var til endans mátaður. Men tá var dysturin tíbetur longu vunnin. 

Úrslit í 2. umfari (sunnudagin 16. november)

Luksemburg – Føroyar 1½ – 2½

Andorra – Kýprós 1½ – 2½

Liktinstein – Malta 2½ – 1½

Monako – Guernsey 3½ – ½

Jersey – San Marino 2 – 2

Støðan eftir 2 umfør

Føroyar 4 stig (6)

Liktinstein 4 stig (5)

Kýprós 3 stig (4½)

Andorra 2 stig (5½)

Malta 2 stig (5)

Monako 2 stig (4)

Jersey 1 stig (3½)

Luksemburg 1 stig (3½)

San Marino 1 stig (2)

Guernsey 0 stig (1)

Fyri vunnan dyst fáast tvey stig, fyri javnleik eitt stig, og fyri taptan dyst er einki stig at fáa. Stendur á jøvnum í dystarstigum, telja borðstigini, sum síggjast í klombrum.

Drúgvur mánadagur

Mánadagurin verður stríggin. Tveir dystir eru á skránni hjáøllum tíggju liðunum. Telvast skal tí allan dagin. Byrjað verður longu klokkan hálvgum átta mánamorgunin (føroyska tíð). Tá telva Føroyar og Andorra – vinnararnir seinastu ferðirnar.

Til ber at fylgja við leik fyri leik av Kýprós. Heimasíðan Lichess.org stroymir beinleiðis frá kappingini, ið verður nevnd 9th ESNA chess championship 2025.

3 umfar (týsmorgunin kl 7:30)

Føroyar – Andorra

San Marino – Liktinstein

Kýprós – Jersey

Malta – Monako

Guernsey – Luksemburg

4. umfar (týsdagin 13:30)

Jersey – Føroyar

Luksemburg – Malta

Liktinstein – Monako

Andorra – Guernsey

San Marino – Kýprós

Vinnarar í smálandakappingini 2009 – 2023

2009 Føroyar

2011 Luksemburg

2013 Føroyar

2015 Andorra

2017 Føroyar

2019 Andorra

2021 Føroyar

2023 Andorra

 

Sí eisini

Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik

Komandi vikuskiftið verður Talvhúsið á Toftum karmur um FM-Snar og FM-Kvik 2025.