Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping á chess.com

Talvkapping á chess.com

Fyrsta talvkapping í talvárinum 2026/2027 verður telvað á internetinum leygardagin kl. 11.00. Kappingin er ætlað øllum, serliga teimum, sum vanliga ikki telva kappingar.

Telvað verða 9 umfør við tíðini 3 min. + 2 sek.

Fyri at luttaka í kappingini, skal ein verða limur í bólkinum hjá Talvsamband Føroya á chess.com. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya á chess.com

Chess.com letur upp fyri tilmeldingum 1 tíma áðrenn kappingarbyrjar. Kappingin er at finna her: Net Snar (GP1)

Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum hjá Talvsambandinum. Meira kann lesast um tær her: Reglugerð fyri Grand Prix

 

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Barnakapping í Finsen

Gongd er komin á barnatelvingina runt um í feløgunum, og í vikuskifitnum verður fyrsta barnakapping …