Skipað verður fyri FM gentur 2025 leygardagin 15. november kl. 10.00. Kappingin er eisini úttøkukapping til NM fyri gentur, ið verður í Norra í 2026. Telvað verður í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen.
Kappingin er skipað sum kvik-kapping. T.v.s. at telvað verður við tíðini 10 minuttir í part + 5 sekund per leik. Eftir tilmeldingarfreistina verður avgjørt, hvussu nógv umfør verða telvaði.
Kappingin er skipað í 4 bólkar. Føroyameistarar skulu finnast í hesum aldursbólkum:
Bólkur A U20: Fødd í 2006-2009
Bólkur B U16: Fødd í 2010-2012
Bólkur C U13: Fødd í 2013 og 2014
Bólkur D U11: Fødd eftir 2015
Umframt føroyameistaraheitið, verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið 2026 fyri gentur. Talvsambandið vónar at kunna senda 2 gentur í Bólki A, Bólki B og Bólki C at umboða Føroyar. Til NM er eingin bólkur fyri U11. NM fyri gentur verður telvað í Norra í apríl 2026.
Eftir kappingina verður bjóðað til ábit. Bæði fyri luttarar og áskoðarar.
Tilmelding
Til ber at melda til FM fyri gentur 2025 við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com. Viðmerkjast skal navn og føðingardagur hjá luttakara. Freistin at tekna seg er hóskvøldið 13. november kl. 20.00.
Tilmeldingar higartil: Tilmeldaði
Talvsamband Føroya Faroechess