ST Open var telvað í Sandavági 31/10-02/11. Hetta er fyrsta Open kappingin í kappingarárinum og hesaferð luttóku 14 telvarar. Størsti parturin av telvarum vóru ungir evnarríkir telvarar, tó eisini við luttøku av lokala altjóða meistaranum, Høgna Egilstoft Nielsen.
Trý kvik talv vóru telvað fríggjakvøldi og sum væntað løgdu báðir rating favorittarnir, Høgni og Luitjen, seg á odda við fullari úrtøku. Stóra yvirraskilsi eftir 3 kviktalv var at Oskar Jamil Jacobsen hevði fingið 2,5 stig og lá væl fyri í oddinum.
Leygarmorgunin var stóra brakið millum Luitjen og Høgna, hetta talvið fór helst at avgera vinnaran av kappingini. Høgni vann talvið við svørtum og var so einsamallur á odda við fullari úrtøku eftir 4 umfør. Í hølunum á honum vóru nú Luitjen, Rókur og Jón, ið allir høvdu 3 stig. Í 5. umfari hittust Jón og Luitjen og Høgni og Rókur. Tá Høgni vann á Ròkur og hinir báðir telvaðu remis, so var støðan í oddinum hendan: Høgni 5 stig, Luitjen, Elias og Jón 3,5 stig, Rókur, Oskar og Emil 3 stig.
Kappingin kundi avgerast í 6.umfari. Høgni tørvaði bert remis móti Jón, og Elias og Luitjen dystaðust um 2.plássi. Høgni og Jón telvaðu remis, og Luitjen vann á Eliasi. Áðrenn seinasta umfar var støðan: Høgni 5,5 stig, Luitjen 4,5 stig, Jón og Rókur 4 stig, Elias, Petur og Rógvi 3,5 stig.
Í 7. og seinasta umfari var paringin Høgni móti Elias, Luitjen móti Rógva og Rókur móti Jón.
Størsti spenningurin var nú um 3.plássi, tá Høgni hevði vunnið kappingina og Luitjen hevði bert tørvaði ½s stig fyri at tryggja 2.plássi.
Høgni vísti enn einaferð styrki og vann á Elias. Luitjen tók 2.plássi við sigri á Rógva, og Rókur endaði eina frálíka kapping við sigri á Jón og tók harvið 3.plássi.
Sandavágs Talvfelag takkar fyri eitt gott vikuskifti og vit síggjast aftur næstu ferð.
Endaliga støðan og úrslit sæst á: https://chess-results.com/tnr1282650.aspx?lan=32&art=1&rd=7
Talvsamband Føroya Faroechess