Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 3 – 1 tap fyri Paraguei

3 – 1 tap fyri Paraguei

Paraguei gjørdist okkum ov stór mótstøða í dag í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Usbekistan.

Vit taptu 3 – 1. John Rødgaard og Elias Petersen telvaðu remis, hinir taptu. Vit eru nú nummar 127 av teimum 206 londunum í kappingini. Vit eru styrkismettir nummar 107. Tvey umfør eru eftir – kappingin endar sunnudagin.

  1. umf (25. sept.)

Føroyar – Paraguei 1 – 3

Luitjen Akselsson Apol (2305) – GM Guillermo Vasquez (2543) 0 – 1

Im John Rødgaard (2250) – IM Antonio Almiron (2328) ½ – ½

Jón í Horni Nielsen (2078) – IM Juan Sebastian Melian (2357) 0 – 1

Elias Petersen (2075) – Juan Uvaldo Heinichen (2124) ½ – ½

 

Hetta var fimti dystur okkara móti Paraguay, sum er styrkismett nummar 90. Paraguay er triðja landið í Suðuramerika, sum vit hava dystast ímóti higartil á hesari olymiaduni. Telja vit Surinam við, eru tey fýra. Hini londini eru Peru og Uruguay. Í Paraguay búgva stívliga seks milliónir fólk. 

 

Í undanfarnum dystum móti Paraguei hava vit fleiri ferðir spælt javnt. Í fyrsta dystinum í 1980 fingu vit kortini einans hálvt stig. Tí syrgdi 72 ára gamli Thorstein Vilhelm fyri. Í 1984 gekst munandi betur; nú var javnleikur 2 – 2. John Rødgaard vann á 1. borði, og Jens Chr. Hansen og Torkil Nielsen telvaðu remis.

 

Triði dysturin var í Armenia í 1996. Tá var aftur javnleikur 2 – 2. Heini Olsen vann, og John Rødgaard og Torbjørn Thomsen telvaðu remis. Fjórði dysturin var á Mallorca í 2004 – aftur 2 – 2. Hesaferð vann Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen og John Rødgaard telvaðu remis.

 

Í dag máttu vit so aftur dvína.

 

John Rødgaard hevur sent hesa frásøgn úr Usbekistan í dag:

 

 

Luitjen hevði svarta fólkið móti stórmeisraranum. Í einum eyðkendum sisilianara vann mótstøðumaðurin sær høgligan fyrimun, tá ið honum eydnaðist at festa støðuna mitt fyri. Luitjen royndi at leggja honum meinbogar í vegin við at offra býtismun – rók fyri mann. Í endatalvinum, sum eftir tað kom upp, skuldi stórmeistarin royna at opna støðuna fyri rókunum. Tað var ikki so lætt. Hann læt tí býtismunin aftur, og hevði tá eina finnu meira í rókaendatalvi. Rókaendaspøl eru torfør. Teldan sigur, at Luitjen átti at fingið talvið javnt, men tá skal tú vera óvanliga kringur. Endin var, at Luitjen gjørdist ov stuttur.

Í mínum talvi endaðu vit eftir fleiri uppbýti í eini afturlatnari støðu. Eg hevði bispaparið og sjey finnur, hann riddaraparið og sjey finnur. Hvørjar roynast bestir, tá finnurnar eru so nógvar áborðinum, bisparnir ella riddarnir? Hesaferð vóru teir líka góðir…

Jón spældi við svarta fólkinum sín trygga frúgvaindara. Fyrstu nógvu leikirnir vóru kendir, men hvítur fekk lítlan fyrimun. So offraði Jón ein mann – tað tóktist ógreitt. Stutt eftir ger mótstøðumaðurin tað sama. tað var heldur ikki avgerandi. Men nú herdi mótstøðumaðurin trýstið. Jón stríddist væl, men í tíðarneyðini legði hin eina fellu. Tá bara tjúgu sekund vóru eftir, hildu vit, at Jón fór at vinna, men so kom tann góði leikurin 29. Fe5 – og so hevði hvítur vunnið talv.

Elias hevði hvíta fólkið. Eftir fyrstu nítjan leikirnar var javnvág í støðuni. Teldan sigur, at Elias hevur vinnandi fyrimun, spælir hann 20. e4! Men slíkt síggja vit miðal hampamenn ikki. Sum frá líður fær mótstøðumaðurin yvirtakið. Men kortini er ikki upplagt, hvussu talvið skal vinnast. Elias er nú ansin og telvar lýtaleyst og fær remis eftir 57 leikir. Dagins avrik.

Vit taptu tí 3-1 fyri Paraguay. Kanska vit sleppa undan stórmeistarum og altjóða meistarum í morgin…

 

Usbekistan flúgvandi

 

Usbekistan, sum hýsir olympisku talvleikunum, er tann nýggja, mæta talvtjóðin í heiminum. Eitt er, at teir standa til at vinna kappingina, men uppaftur meira hugvekjandi er, at B-liðið hjá teimum er á triðja plássi!

 

Usbekistan A vann í dag toppdystin móti USA, sum er ratingfavorittur. Usbekistan vann 2½ – 1½. 

 

Støðan í toppinum er nú hendan:

 

  1. Usbekistan (A)  16 stig
  2. India 15
  3. Usbekistan (B) 15
  4. Armenia 15
  5. Kina 14

 

Hjá norðurlondum er Danmark nummar 32, Ísland 34, Norra 38, Svøríki 44 og Finnland nummar 50.

 

Grønland, sum luttekur á fyrsta sinni, er nummar 196. Teir hava fýra stig fyri fýra javnleikir.

 

 

Haiti í morgin

 

Í tíggjunda og næstsíðsta umfari í morgin telva Føroyar móti Haiti. Tað verður fyrsti dysturin landanna millum. Haiti, sum var á talvolympiadu fyrstu ferð í 1986, er styrkismett nummar 138. 

 

Hetta er ein dystur, sum Føroyar eiga at vinna.

Sí eisini

Hálvt stig móti Meksiko

Luitjen Akselsson Apol telvaði remis á 1. borði í dystinum móti Meksiko, hinir taptu allir. Hóast mótstøðuliðið er sterkari, mundi bæði avrik og úrtøka vera í lakara lagi hjá okkara monnum í hesum dysti.