Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barnakapping í Finsen

Barnakapping í Finsen

Gongd er komin á barnatelvingina runt um í feløgunum, og í vikuskifitnum verður fyrsta barnakapping telvað í hølinum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini. Kappingin er væl egnað til tey, sum akkurát eru byrjaði at telva.

Kappingin byrjar sunnudagin klokkan 13.00. Telvað verða 6 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. fyri hvønn leik. Børn finna skjótt útav, hvussu ein brúkar klokkuna, tí er tað ikki ein forðing, um barnið ongantíð hevur brúkt klokku fyrr.

Telvað verður í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Fyriskipararnir kunnu gera fleiri bólkar um nógvar tilmeldingar koma.

Tilmelding fer fram við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

4. fl. og yngri
5. fl. og eldri

Seinasta freist at melda til er fríggjakvøldið 9. oktober 2026 kl. 18.00.

 

Havnar Telvingarfelag og Talvsamband Føroya

 

Sí eisini

Talvkapping á chess.com

Fyrsta talvkapping í talvárinum 2026/2027 verður telvað á internetinum leygardagin kl. 11.00. Kappingin er ætlað …