Vágamenn varðveittu leiðsluna í landskappingini í talvi eftir toppdystin í triðja umfari í dag. Við teprum sigri í Klaksvík staðfestu vágamenn oddastøðu sína. Men føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag eru bara eitt stig frá oddaliðnum.

Sandavágs Talvfelag er framvegis á odda í landskappingini.
Oddaliðini fyri dagsins umfar møttust í Klaksvík í triðja umfari sunnudagin. Við sigrum á ovaru borðunum var triði sigurin á rað veruleiki hjá Sandavágs Talvfelag. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hevur fult stigatal higartil í kappingini.
1. deild (3. umfar)
Klaksvík (A) – Sandavágur (A) 1½ – 2½
Ólavur Simonsen – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1
Rani Baldursson – Jón í Horni Nielsen 0 – 1
Heðin Gregersen – Silas Eyðsteinsson ½ – ½
Terji Petersen – Torkil Nielsen 1 – 0
Hjá Havnini (A) gongur sum vant striltið at fáa teir bestu við. Í dag fullu Luitjen Akselsson Apol og Herluf Hansen eisini frá. Kortini eydnaðist teimum at fáa eitt nøktandi úrslit.
Havnin (A) – Sandavágur (B) 3 – 1
Carl Eli Samuelsen – Bernhard Augustinussen ½ – ½
Sjúrður Thorsteinsson – Jón Atlason ½ – ½
Elias Petersen – Ingi Wiberg 1 – 0
Suni Merkistein – Jónfinn Thomsen 1 – 0
Knotur eru í ungu manningini hjá Havnar Telvingarfelag á B-liðnum. 3-1 móti royndu og sterku manningini hjá Klaksvík (B), mundi fáur helst væntað. Flóvin, sum í vetur er komin úr Klaksvík til Havnar at telva, vann á triðja sinni í eitt koyr, og hevur tí fingið eina flúgvandi byrjan.
Havnin (B) – Klaksvík (B) 3 – 1
Heiðrikur Jacobsen – Haldur S. Johansen 0 – 1
Petur G. Magnussen – Wille Olsen 1 – 0
Flóvin M. Tummasarson – Ingolf Gaard 1 – 0
Margar Berg – Tummas M. Sólsker 1 – 0
Støðan í 1. deild
Sandavágur (A) 8½ stig
Havnin (A) 7½
Klaksvík (A) 6½
Havnin (B) 6½
Sandavágur (B) 3½
Klaksvík (B) 3½
Kollfirðingar á odda
Í 2. deild halda kollfirðingar tørn í oddanum. Mesta kappingin er frá klaksvíkingum, ið kortini ikki kunnu flyta upp, tí teir eru yvirumboðaðir í fremstu deildini sum er.
Eitt veruligt ættarliðsskifti sæst nú hjá Kollafjarðar Talvfelag, tí nýggja manningin er ung. Eingin er eftir av teimum gomlu – sjálvt Hans Kristian Simonsen, sum var tann stóra vónin hjá felagnum um aldaskiftið, tykist hava slept endanum.
Verri gongst hinum felagnum í Norðstreymoy – felagsliðnum Róki. Og gamla stórfelagið av Toftum – við tveimum fyrrverandi føroyameistarum á liðnum – ger seg heldur ikki galdandi.
2. deild (3. umfar)
Kollafjørður – Havnin (A) 3 – 1
Árant Djurhuus – Arnbjørn Dalsgarð 1 – 0
Rógvi Mørkøre – Poul Poulsen 1 – 0
Markus Jacobsen – Jóhan E. Hansen 0 – 1
Ingi Højsted – Sveinur Mortensen 1 – 0
Toftir – Havnin (B) 2½ – 1½
Andrias Danielsen – Jaspur Gaard 1 – 0
Bogi Ziska – Brestir Samuelsen 1 – 0
Jens Chr. Hansen – Eyðun L. Staksberg ½ – ½
Jógvan Ingvard Hansen – Herbert Holm Johannesen 0 – 1
Klaksvík – Rókur 3 – 1
Finnbjørn Vang – Benni Poulsen 1 – 0
Einar Gregersen – Mortan Mørkøre 1 – 0
Rógvi H. Olsen – Brandur Ellingsgaard 1 – 0
Rókur Davidsen – Fróði Zachariassen 0 – 1
Støðan í 2. deild
Kollafjørður 8½
Klaksvík 8
Havnin (B) 6½
Toftir 6
Rókur 4
Havnin (A) 3
Eisini kollfirðingar
Kollfirðingar eru eisini fremstir í 3. deild. Liðið er eitt bland av nýggjum og góðum gomlum. Kendu nøvnini á liðnum í dag vóru veteranarnir Hanus Joensen og Bernhard Thomsen. Hinir eru yngri; Karl M. Dahl og Virgar Fagraklett.
Teir í Runavíkar Kommunu vunnu á Eystur Kommunu. 3-1 sigurin hjá Kongshavnar Talvfelag kann vera tekin um, at teir ætla sær at bjóða kollfirðingum av. Í dag mannaðu Brandur Højgaard, Eyðun Lamhauge, Rúni Jacobsen og Henrik Weihe Joensen liðið hjá Kongshavnar Talvfelag.
Dysturin millum Vestmanna og Klaksvík var útsettur.
3. deild (3. umfar)
Kollafjørður – Sandavágur 2 – 2
Gøta – Kongshavn 1 – 3
Vestmanna – Klaksvík (útsettur)
Støðan
Kollafjørður 9½
Kongshavn 6
Sandavágur 6
Vestmanna 5 (ein dyst færri)
Gøta 4
Klaksvík 1½ (ein dyst færri)
Javnt í toppinum
Spenningur er í báðum bólkunum í 4. deild. Í løtuni er Rókur fremst í øðrum, í hinum stendur á jøvnum millum suðuroyingar og sandavágsmenn.
4. deild (A-bólkur)
Havnin – Sandavágur 2½ – 1½
Rókur – Toftir 2½ – 1½
Gøta – Strendur 1 – 3
Støðan
Rókur 8½
Havnin 8
Sandavágur 6½
Gøta 4½
Toftir 4½
Strendur 4
4. deild (B-bólkur)
Havnin – Suðuroy 2 – 2
Kongshavn – Kollafjørður 3 – 1
Rókur – Sandavágur 1½ – 2½
Støðan
Sandavágur 9½
Suðuroy 9½
Havnin 7
Rókur 5½
Kongshavn 4½
Kollafjørður 1
Drúgvur jólasteðgur
Nú verður ein longri steðgur í landskappingini í talvi.
Landsliðið fer í vikuni til Kýpros at vera við í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Kappingin verður frá 15. november til 22. november. Seinni í november verður kvikkapping og FM-kappingin í snartalvi.
Í desember verður mestsum lagt stilt. Liðkappingin verður ikki fyrr enn eftir nýggjár. Dystirnir í fjórða umfari verða 4. januar.
Talvsamband Føroya Faroechess