Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv verður í hesum døgum telvað í Doha, Qatar.
Heimsmeistarin í kviktalvi Magnus Carlsen, og Heimsmeistarin í snartalvi Alexander Grischuk eru báðir við, men saman við teimum eru eisini onnur kend nøvn, har fleiri eru serliga kendir innan kvik- og snartelving. Av hesum kunnu nevnast Hikaru Nakamura (2779) úr USA, Ian Nepomniachtchi (2767) Russland, Maxime Vachier-Lagrave (2811) Frankarríki, Levon Aronian (2795) Armenia og Sergey Karjakin (2785) Russland og Viswanathan Anand (2779) India.
Í Doha er eisini HM í kvik- og snartalv fyri kvinnur. Tað er fyrstu ferð, at bæði menn og kvinnur telva samstundis um HM í kvik- og snartalvi. Men við einans 36 luttakarum, er kappingin ikki eins stór og tann hjá monnunum. Men hóast lága luttakaratalið, eru fleiri kend nøvn við har eisini. Favorittar hjá kvinnum eru Wenjun Ju (2580) Kina, Anna Muzychuk (2561) Ukraine, Humpy Koneru (2557) India og Alexandra Kosteniuk (2555) Russland. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess
