Heim / Tíðindi (síða 73)

Tíðindi

3-1 móti Malta

Føroyar vunnu aftur í dag í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa. Eina løtu var Malta á odda 1-0, men so vendi gongdin, og Føroyar vunnu dystin trygt.

Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu allir, men Silas Eyðsteinsson tapti á fjórða borði. Les meira »

Føroyar vunnu

Tað eydnaðist at vinna tann týðandi dystin móti Monaco í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi í Andorra í kvøld. Tað endaði 2½-1½ til Føroyar.

Les meira »

Tepur sigur

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ móti Jersey í fimta umfari í EM-kappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Heldur óvæntað stóð á at vinna dystin. Á triðja borði var Rógvi Egilstoft Nielsen við hvíta fólkinum tikin av fótum av mótstøðumanni við útivið 500 ratingstigum færri, og tapti. Hetta kom ógvuliga óvart á og dátt við so tíðliga í dystinum. Men á fremstu borðunum var einki vingl. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir sannførandi. Á 4. borði hevði Silas Eyðsteinsson lítlan fyrimun, men mátti til endans sættast við remis. Les meira »

Vunnu á Liktinstein

Føroyar vunnu 3½-½ á Liktinstein í fjórða umfari í EM-kappingini í talvi fyri smátjóðir í dag. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson vunnu, og John Rødgård telvaði remis. Les meira »

Tveir stórsigrar

Føroyar gjørdu bart í báðum dystum í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi í dag. Í fyrra dystinum í morgun vunnu Føroyar 4-0 á San Marino, og í kvøld vunnu føroyingar 3½-½ á Guernsey. Helgi Dam Ziska var ikki við í morgun. Tá telvaðu Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, John Rødgård og Silas Eyðsteinsson. Allir vunnu trygt.

Les meira »

Javnt móti Luksemburg

Føroyar telvaðu 2-2 móti Luksemburg í fyrsta umfari í EM-kappingini fyri smátjóðir í Evropa, sum nú er byrjað í Andorra. Tað endaði javnt á øllum fýra borðum. Úrslitið var helst betri fyri Luksemburg enn Føroyar. Á trimum av fýra borðum høvdu føroysku telvararnir hægristyrkital, men ongum eydnaðist at vinna. Les meira »

Aftur í eldin

Føroyska talvlandsliðið er aftur við í altjóða kapping. Í dag byrjaði EM-kappingin fyri smátjóðir í Evropa. Telvað verður í Andorra. Tíggju lið kappast. Tey eru Føroyar, Luksemburg, Monaco, Andorra, Kýprós, Malta, Liktinstein, San Marino, Jersey og Guernsey. Av hesum liðum var Føroyar einasta smátjóðin, sum var við í stóru EM-kappingini fyri landslið á Kreta mánaðarskiftið oktober/november. Har endaðu Føroyar nummar 36 av 40 liðum. Les meira »

Vónbrot

Føroyar taptu heili 4-0 fyri Íslandi í seinasta umfari í EM-kappingini í talvi á Kreta í dag. Hetta var ringasta úrslit í kappingini hjá føroyska liðnum. Tað ber í sær, at Føroyar enda nummar 36 av teimum 40 liðunum í kappingini. Føroyska liðið var styrkismett nummar 35. Les meira »

Helgi ikki við

Nú á middegi verður farið undir seinasta dystin í EM-kappingini í talvi á Kreta. Føroyar telva móti Íslandi. Ísland hevur tríggjar stórmeistarar á liðnum og ein altjóða meistara. Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, verður ikki við í dag. Helgi hevur staðið seg ógvuliga væl í kappingini, og er ósigraður á 1. borði. Sum skilst er tað eftir egnum ynski, at hann ikki telvar í dag. Hann var heldur ikki við í gjár, tá telvað var móti Kreta. Tá var sagt, at tað var fyri at geva Rógva Egilstoft Nielsen møguleikan at telva við hvíta fólkinum á øðrum borði. Fekk Rógvi remis, hevði hann ognað sær fyrsta IM-normin. Rógvi vann og hevur tí vissað sær sín fyrsta IM-norm. Les meira »

NM hópurin 2018 settur

Sunnudagin varð NM 2018 úttøkukappingin í talvi telvað í Klaksvík. NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Finnlandi í februar mánaða. Við vóru 23 luttakarar, býtt yvir 5 aldursbólkar, har tveir teir fremstu telvarnir í hvørjum bólki sleppa at umboða Føroyar til NM.

Spenningurin helt sær til seinasta leik í fleiri av bólkunum. Les meira »