Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 2. umfar í liðkappingini telvað

2. umfar í liðkappingini telvað

Í gjár, sunnudagin 11.10.2020, bleiv annað umfar í liðkappingini í talvi telvað. 11 dystir blivu telvaðir. Dysturin millum ST3 og KTF4 er útsettur.

Nógv lið eru tilmeldaði til liðkappingina í ár. 9 feløg hava tilmeldað til samans 24 lið til liðkappingina hjá vaksnum, umframt 6 lið hjá unglingum. 

Arbeitt verður við at fáa øll talvini frá liðkappingini út á netið. Bæði í 1. deild og 2. deild eru øll talvini frá fyrstu tveimum umførunum komin út á netið. Í 3. deild eru meira enn helvtin av talvunum komin út.

Úrslit og talvini frá liðkappingini eru at finna her: Úrslit og talv

Tað eru nógvir møguleikar at tasta talvini inn uppá. Ein møguleiki er at taka hetta forritið niður á telduna: Forrit

Talvini skulu sendast til kappingarleidarin@faroechess.com. Vónandi verður tað møguligt at fáa øll talvini út á netið í ár.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.