Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping á netinum

Talvkapping á netinum

Leygardagin 10.10.2020 kl. 19:00 verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.

Korona farsóttin gjørdi, at Talvsamband Føroya mátti ganga nýggjar leiðir. Møguligt var ikki at møtast við talvborðið, so avgjørt var at telva tvær tær seinastu kappingarnar á netinum seinasta kappingarár. Hetta eydnaðist so mikið væl, at avgjørt er at hava tvær kappingar á netinum aftur hetta kappingarárið.

Fyri at luttaka í kappingini leygardagin, er neyðugt at hava ein brúkara á chess.com. Tað kostar einki at gera sær ein brúkara. Tá brúkarin er gjørdur, skal biðjast um limaskap í bólkinum “Talvsamband Føroya”. Bólkurin er at finna við at trýsta á her: Talvsamband Føroya

Fyri at sleppa í bólkin hjá Talvsambandi Føroya, so skal mann síggja, hvør eigur brúkarnar. 

Kappingin byrjar leygardagin kl. 19:00. Telvað verða 9 umfør. Tíðin er 3 min. + 2 sek. fyri hvørt talvið.

Tilmelding fer fram við at senda SMS til 271404, ella senda e-mail á kappingarleidarin@faroechess.com. Upplýsast skal navn og brúkarnavn á chess.com. Seinasta freist at tilmelda seg til kappingina er leygardagin kl. 12:00.

Tilmelding higartil sæst her: Tilmelding

Sjálv kappingin er at finna her: Net-kvik (GP2)

Ein tíma áðrenn kappingin byrjar, t.v.s. kl. 18.00 leygardagin, letur chess.com upp fyri, at mann kann tilmelda seg til kappingina. T.v.s. at øll sum skulu luttaka í kappingini skulu verða inn á chess.com millum kl. 18.00 og 19.00 leygardagin, og melda seg til kappingina. 

Um spurningar ella ivamál eru, so eru tit vælkomin at venda tykkum til telefon 271404 ella teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com.

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …