Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aðalfundurin verður 30. septembur kl. 19.30, í Klaksvík

Aðalfundurin verður 30. septembur kl. 19.30, í Klaksvík

Aðalfundurin verður hildin í Klaksvík, mikudagin 30. septembur, í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag, Bøgøta 3. Inngongdin er í kjallaranum.

Sí mynd niðanfyri.

TSF bjóðar pitsa á fundinum, so ikki er neyðugt at hugsa um nátturðan!

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.