Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Liðkappingin 2020/2021

Liðkappingin 2020/2021

Liðkappingin 2020/2021 byrjar sunnudagin 04.10.2020. 24 lið eru tilmeldaði til kappingina hjá vaksnum. Umfram hetta eru 6 lið tilmeldaði til Unglingadeildina.

Kappingin í 1. deild og 2. deild verður telvað eins og vanligt. 6 lið eru í hvørji deild. Telvað verður 2 ferðir móti hvørjum øðrum, til samans 10 umfør.

Í 3. deild eru 12 lið tilmeldaði. Liðini eru býtt í 2 bólkar, 6 lið í hvørjum bólki. Liðini telva eina ferð móti hvørjum øðrum, t.v.s. 5 umfør.

Eftir 5 umfør verða nýggir bólkar gjørdir. 3 tey fremstu liðini, í hvørjum bólki, koma í bólk A. Hini telva í bólki B. Í báðum bólkum verða 5 umfør telvaði. Vinnarin av bólki A flytur upp í 2. deild.

Kappingarnar eru at finna her: https://chess-results.com/tnr536182.aspx?lan=7

Kappingin hjá Unglingum byrjar seinni í ár. Tann kappingin er ikki løgd enn.

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.