Heim / Tíðindi (síða 64)

Tíðindi

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 18. mars

Talvkapping fyri børn og ung verður á Eiði sunnudagin 18. mars kl. 14. Telvað verður í skúlanum á Eiði.
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum:
• 2 flokkur og yngri
• 3 og 4 flokk
• 5 og 6 flokk
• 7 og 8 flokk
• 9 flokk og 10 flokk Les meira »

Spenningurin varðveittur

Einki er avgjørt í nakrari deild eftir dystirnar í næstseinasta umfari í landskappingini í talvi í dag. Í báðum fremstu deildunum bíða rættir finaludystir í síðsta umfari um tvær vikur, og í 3. deild er heldur einki avgjørt.

Havnin og Sandavágur

Í 1. deild stendur kappingin enn sum áður millum Havnina og Sandavág. Bæði vunnu sannførandi í dag. Vágamenn vunnu 4-0 á kollfirðingum og FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Klaksvíkar Talvfelag. Tað ber í sær, at munurin tódnaði niður í tvey stig. Fyritreytirnar undan avgerandi toppdystinum millum oddaliðini í síðsta umfari minna nógv um støðuna í fjør. Tá vunnu vágamenn 3-1, men gjørdust kortini eitt hálvt stig ov stuttir. Les meira »

Avgerandi umfar í morgin

Í morgin sunnudagin verður níggjunda og næstsíðsta umfar í landskappingini í talvi. Í øllum deildum valdar spenningur, tí stutt er millum oddaliðini.

Í fremstu deildini tykist Havnar Telvingarfelag kortini at hava góðar møguleikar at endurvinna meistaraheitið. Fyri dystirnar í morgin eru teir trý stig undan harðastu kappingarneytunum.  Les meira »

Dystur útsettur

Dysturin millum ST1 og KTF1 er útsettur til fríggjakvøldið 02.03.2018 kl. 19.00.

Innbjóðing: Kvik kapping í Kollafirði leygardagin 24.02

KT-Kvik 2018

Leygardagin 24. februar verður skipað fyri Grand Prix kapping í skúlanum í Kollafirði. Øll eru vælkomin at luttaka, bæði roynd og óroynd.

100 nýbakaðar ókeypis pannukøkur við róma verða serveraðar til bæði luttakarar og áskoðarar ?
Les meira »

Havnin økir

Tvey umfør í landskappingini í talvi fyri lið vórðu avgreidd í Sandavági leygardagin. Oddaliðið hjá Havnar Telvingarfelag otaði seg eitt stig aftrat frá harðastu kappingarneytunum úr Sandavágs Talvfelag. Munurin er kortini einans tvey stig millum liðini. Les meira »