Stóri talvdysturin ólavsøkuaftan millum havnarmenn og klaksvíkingar gjørdist bæði javnur og spennandi, men úrslitið var, at havnarmenn vunnu tepurt.
Tíggju telvarar vóru á hvørjum liði. Í vanligum dystum í landskappingini verður telvað á fýra borðum. Báðir partar høvdu mannað seg væl til hendan kvikdystin, sum var liðugur innan ein tíma. Fitt av fólki var inni á gólvinum í nýggju hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen og forvitnaðist.
Ætlandi verður hesin dystur fastur táttur á komandi ólavsøkum.
Havnin -Klaksvík 5½ – 4½
Martin Poulsen – Ólavur Simonsen 0 – 1
Olaf Berg -Rani Nolsøe ½ – ½
Carl Eli Samuelsen – Terji Petersen 1 – 0
Sjúrður Thorsteinsson – Finnbjørn Vang 1 – 0
Rógvi Mortensen – Steintór Rasmussen ½ – ½
Herluf Hansen – Haldur Suni Johansen ½ – ½
Margar Berg – Janus Skaale 0 – 1
Suni Merkistein – Tummas Martin Sólsker 1 – 0
Hjalti Toftum Jógvansson – Bogi Hansen 1 – 0
Jóannes V. Hansen – Flóvin M. Tummasarson 0 – 1