Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Steypakappingin 2021

Steypakappingin 2021

Steypakappingin 2021 verður 12. juni.

Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2020/21 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Skráin

kl. 11.00 – Steypakapping
kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla m.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.

Kappingarreglur

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liði. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2019, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Kappingin fevnir um 13 umfør, ið verða telvaði við 10 min +5 sek/leik umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

Innanhýsis dystur
Dupult-umfar: Snartelving (3 min +2 sek/leik í part til talvið)
1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 4 +2 min. og svartur 3 +2 min. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Steyp til vinnarin og medaljur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á tlf. 22 14 22 (TSF) . Tilmeldingarfreistin er 02. juni 2021. Kostnaðurin er kr. 250 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 300. Feløgini rinda upphæddina til TSF við flyting áðrenn kappingina á 6460 155.370.6. Um feløg ynskja at gjalda kontant, skal boðast frá hesum tá ið meldað verður til.

Staður

Steypakapping verður hildin í Runavík, Mýravegur 24, Skótahúsið.


Takið lógvatak – og haldið fast – um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND FØROYA

Sí eisini

NM fyri gentir – 1 stig í fyrsta umfari

Eftir at fyrsta umfar varð telvað í gjár, var greitt at vit vunnu tað eina …