Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnarmenn og klaksvíkingar telva á ólavsøku

Havnarmenn og klaksvíkingar telva á ólavsøku

Beint aftaná kappróðurin á ólavsøku verður talvdystur millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag. 
 
Í nøkur ár var hetta føst siðvenja ólavsøkuaftan, seinni eisini á norðoyastevnu, men sum árini liðu, datt hesin siðurin niðurfyri. Nú verður roynt aftur.
 
Tíggju telvarar eru ætlandi á hvørjum liði. Talan er um kviktelving. Telvarar fáa fimtan minuttir í part umframt tíggju sekund fyri hvønn leik. Dysturin, sum er ásettur at byrja klokkan 18.30, verður tí liðugur innan ein tíma. 
 
Telvað verður í nýggju hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen, har sangstovan hevur verið. Áskoðarar hava ókeypis atgongd, og øll eru vælkomin inn á gólvið at forvitnast.

Toppdystur
 
Skal dystur yvir tíggju borð vera millum tvey talvfeløg í landinum, eiga Havnin og Klaksvík sterkastu liðini.  
 
Rætt er, at Sandavágs Talvfelag hevur vunnið nógv FM-heiti í 1. deild tey seinnu árini, men í landskappingini eru fýra telvarar á hvørjum liði. Vágamenn hava yvir tíggju borð ikki breiddina hjá feløgunum í Havn og í Klaksvík, sum bæði hava tvey lið hvør í 1. deild.
 
Eins og í fótbólti og øðrum ítrótti valdar ávís prestisja, tá havnarmenn og klaksvíkingar telva. Hetta eru eisini feløgini, sum hava vunnið flestar FM-sigrar í bestu deildini í liðkappingini.
 
 
Úrslit í 90-unum
 
Hesin dysturin er sum sum nevnt ein roynd at vekja upp aftur eina gamla siðvenju við ólavsøkutelving millum bæði størstu plássini í landinum. Fyrsti ólavsøkudysturin var í 1995. 
 
Hesi árini høvdu fleiri av bestu føroysku telvarunum, sum tá vóru lesandi uttanlands, skipað seg í eitt føroyskt útisetafelag í Keypmannahavn. Stutt eftir aldamótið telvaðu føroyingarnir seg upp í bestu deildina í donsku landskappingini. Flestu útisetatelvararnir tey árini – meginparturin havnarmenn og klaksvíkingar – vóru heima um sumrarnar, og hittust tí í hesum afturvendandi summardystum á ólavsøku saman við heimaføroyingunum. 
 
Telvað var nakrar ferðir seinnu 90-árini – í hvussu er til 1998. Alt var kanska ikki uppskrivað. Liðini mannaðu seg við tíggju telvarum, stundum níggju ella átta.
 
Úrslitini vóru hesi: 
 
Ólavsøka 1995-1998
1995 Havnin – Klaksvík 3 – 6
1996 Havnin – Klaksvík 5 – 3
1997 Havnin – Klaksvík 7½ – 2½
1998 Havnin – Klaksvík 6½ – 2½
 
 
1995
 
HT – KTF 3- 6
 
1. Flóvin Tór Næs – Heini Olsen 0 – 1
2. Luitjen Apol – Steintór Rasmussen 0 – 1
3. Suni Merkistein – Eyðun Nolsøe ½ – ½
4. Rógvi W. Rasmussen – Haldur S. Johansen 0 – 1
5. Andrias Ziska – Wille Olsen 0 – 1
6. Sámal Christiansen – Ólavur Simonsen 0 – 1
7. Herluf Hansen – Terji Petersen 1 – 0
8. Carl Eli Samuelsen – Tummas M. Anthoniussen ½ – ½
9. Súni Ziska – Hans J. Christiansen 1 – 0
 
 
1996
 
HT – KTF 5 – 3
 
1. Rógvi W. Rasmussen – Rani Nolsøe 1 – 0
2. Flóvin Tór Næs – Steintór Rasmussen 1 – 0
3. Luitjen Apol – Ólavur Simonsen 0 – 1
4. Suni Merkistein – Finnbjørn Vang 0 – 1
5. Andrias Ziska – Haldur S. Johansen 0 – 1
6. Herluf Hansen – Tummas M. Anthoniussen 1 – 0
7. Carl Eli Samuelsen – Wagn Heldarskarð 1 – 0
8. Sámal Christiansen – Thorleif Eyðun Petersen 1 – 0 
 
 
1997
 
HT – KTF 7½ – 2½
 
1. John Arni Nilssen – Rani Nolsøe 1 – 0
2. Rógvi W. Rasmussen – Eyðun Nolsøe 1 – 0
3. Torben Ø. Johansen – Steintór Rasmussen ½ – ½
4. Herluf Hansen – Haldur S. Johansen 0 – 1
5. Flóvin Tór Næs – Terji Petersen 1 – 0
6. Heini Danielsen – Tummas M. Anthoniussen 1 – 0
7. Carl Eli Samuelsen – Esbern Christiansen 1 – 0
8. Sámal Christiansen – Símun P. Anthoniussen 0 – 1
9. Suni Merkistein – Ingolf Gaard 1 – 0
10. Jóhan Gaard – Óli Joensen 1 – 0
 
 
1998
 
HT – KTF 6½ – 2½
 
1. Flóvin Tór Næs – Eyðun Nolsøe 1 – 0
2. Torben Ø. Johansen – Ólavur Simonsen ½ – ½
3. Carl Eli Samuelsen – Haldur S. Johansen ½ – ½
4. Herluf Hansen – Símun P. Anthoniussen 1 – 0
5. Heini Danielsen – ? 1 – 0
6. Suni Merkistein – Thorleif Eyðun Petersen ½ – ½
7. Súni Ziska – Wagn Heldarskarð 1 – 0
8. Sámal Christiansen – ? 1 – 0
9. Poul Poulsen – ? 0-1
 
 
Stórmeistararnir Helgi Dam Ziska og Vladimir Hamitevici telvaðu á fyrsta borði, tá Havnin og Klaksvík møttust í liðkappingini í vetur. 

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.