Kappingin Copenhagen Chess Festival varð hildin tann 23. – 25. juli 2021. Hóast navnið, so var hon hildin í Konventum og Højstrupgård í Helsingør. Tað var ein vikuskiftiskapping við 5 umførum, einum umfari fríggjadag, og tveimum hinar báðar dagarnar. Henda kappingin var skipað í staðin fyri stóru, árligu kappingina, Politiken/Xtracon cup, orsakað av Korona. 128 luttakarar vóru við, og teir vóru deildir upp í fýra bólkar, 32 í hvørjum bólki. Eg var í bólki B, og endaði á einum deildum 1. plássi við 4 av 5 stigum, javnur við tveir aðrar.
Í triðja umfari møtti eg Reto Utiger Sørensen. Eg hevði ikki fyrireikað nakað áðrenn talvið, men bara hugt eftir nøkrum fáum talvum hjá honum. So eg spældi bara tað, eg helt vera best í móti honum, út frá teimum talvunum eg hevði sæð. Talvið bleiv til ein óvanligan variant í Frúgva Gambit, sum eg ikki hevði telvað ímóti fyrr.
Luitjen Akselsson Apol (2035) – Reto Utiger Sørensen (1990)
Copenhagen Chess Festival 2021 (3), 24/07/2021
1.d4 Rif6
2. Rif3 eg royni bara at spæla fleksibult og sleppa undan nøkrum irriterandi ella óvæntaðum variantum.
2.e6 3.c4 d5 4.Ric3. Nú hava vit fingið eina ógvuliga nógv spælda støðu úr byrjanini, har svartur hevur nógvar vanligar leikir. Be7, Bb4, c6, c5, dxc4 og Ribd7 eru allir spældir óteljandi ferðir. Men hann valdi so at spæla 4.a6, ið kortini er spælt rættiliga ofta av t.d. heimsmeistaranum Magnusi Carslen, men ikki líka vanligt sum allir hinir leikirnir, eg nevndi. Ætlanin við leikinum er, at um hvítur spælir ein vanligan leik sum 5.Bg5, so spælir svartur 5.dxc4 og aftaná tað vanliga 6.e4, við ætlanini at taka finnuna aftur við Bxc4, so fær svartur vart finnuna við 6.b5, og soleiðis er hann eina finnu frammanfyri.
Tí vildi eg ikki loyva, so eg spældi 5.cxd5 cxd5
Nú hava vit fingið ein Carslbad struktur, ið er ógvuliga vanligur í fleiri byrjanum, sum Frúgva gambit og Caro-Kann. Ein telvari manglar c-finnuna, meðan hin manglar e-finnuna. Vanliga setur mann nú finnurnar á e3 og c6 (ella øvut).
Men áðrenn eg spæli e3, vil eg fáa svartfeltaða-bispin út um finnuketuna, so spurningurin er, um hann skal til f4 ella g5. Bispurin stendur kanska betur á f4, men á g5 trýstir hann svørtu finnuna á d5, og ger tað trupult hjá svørtum at fáa bispin á c8 út, sum er eitt, ið hvítur ofta spælir uppá.
So eg valdi 6.Bg5. Um hann nú roynir 6.Bf5, so kemur 8.Fb3 og hóttir bæði Fxb7 og Bxf6 og síðani at taka finnuna á d5.
6.Be7 7.e3 Ribd7 8. Bd3 h6 9. Bf4 Bispurin hevur gjørt sítt arbeiði á g5, og fer heldur til tann meira aktiva puntin á f4, enn á h4.
9.c6. Nú hóttir hann kanska at vinna bispaparið við Rih5, ið hann ikki kundi áðrenn, tí riddarin á f6 var bundin at finnuni á d5.
10. h3. Hetta ger pláss fyri bispinum á h2.
Ein annar tematiskur leikur at steðga Rih5, ið eg umhugsaði var 10.Fc2. Ætlanin er, at um 10.Rih5 er ofta ein triks við 11.Rixd5. Svartur kann ikki spæla 11.Rixf4 av tí at mann bara tekur aftur við 12.Rixf4. Men triksið riggar ikki rættiliga her, tí kongurin enn stendur í miðjuni. Svartur spælir bara 12.cxd5 13.Bc7 er poengið, og sær út til at fanga frúnna, men svartur hevur 13.Bb4+ og so sleppur frúgvin leys.
10.Rif8 11.Fc2 Rie6 12.Bh2 Eg bíðaði líka við at leypa í stuttu borg, tí eg umhugsaði at leypa í longu borg.
12.c5 13.dxc5 Bxc5? (13.Rixc5 var betri.)
14.0-0 0-0 15.Rfd1. Her er tað alt ov vandamikið at leypa í longu borg, tí c-linjan er opin, og svartur kann lættliga fáa eitt skjótt álop móti konginum hjá mær.
Nú eru vit farnir í eina annan finnustruktur, ið eitur ein IQP, stutt fyri Isolated Queens Pawn. Hesin strukturur kann koma úr flestu byrjanum, og er øgiliga góður at kenna. Eg havi ein kláran fyrimun, meðan næstan alt fólkið hjá mær stendur optimalt, meðan fólkið hjá honum stendur illa, og hann manglar at fáa fleiri av teimum við í spæl, sum er tað, ið mann má spæla uppá í IQP støðum, annars hevur mann bara eina veika d-finnu.
15.b5? Hann spillir tíð, ið hann ikki hevur. Nú kendi eg tað, sum eg átti at hava ein máta at revsa hann uppá. Tí hevði eg rætt í, men eg fann hann ikki.
Hvítur kann vinna eina finnu
16.Be5? Tað setur meira trýst á veiku d5 finnuna, men gevur honum tíð at koma fyri seg aftur. (20.Rixd5! Rixd5 21.Bh7+ Kh8 22. Rxd5 Fxd5 23. Be4 var tann rætti mátin at revsa hann.)
16.Bb7 17.Bf5 hóttir Bxe6 fxe6 Rixb5 í summum førum.
17. Rc8 Nú kendi eg tað, sum eg hevði eg mist næstan allan fyrimunin, sum eg hevði fyri nøkrum leikum síðan, hóast mær enn dámdu hvítu støðuna betur, so hevði eg lovað honum at fingið alt fólkið við.
18.Fb3 Fe7 19.Rac1 Rfd8
20.Rie2 Eg royni at fáa ein riddara upp á d4, tí tað er gott at blokera einari einsamallari finnu, serliga við riddarum, tí teir kunnu blokera og vera aktivir samstundis.
(Eg hugsaði eisini um 20.Bxf6 Fxf6 21.Rixd5 Fxf5 22.Rxc5 og so hótti eg at vinna frúnna við Rie7+, men svartur hevur 22.Rixc5, og so hongur mín frúgv eisini, og so tapir tað hjá hvítum.)
20.Bb6 21.a4 Rxc1 22.Rxc1 Rid7 (22.Ric5 riggar ikki av 23.Fb4 og so kann hann hvørki taka á a4 við finnuni ella riddaranum.)
23.axb5 Riec5 24.Fb4 og nú skuldi hann spæla 24.Rixe5 25.Rixe5 og so a5. (25.Rixe5 Fxe5 er ikki gott av 26.bxa6 Bxa6 27.Fxb6 og so hongur alt hjá svørtum.)
24.a5 men hann valdi, at spæla tað beinanvegin.
25.Ff4 Rif8?? (Hetta var tapandi leikurin í talvinum. Rixe5 var aftur besti leikur hjá honum.)
26.Fg3 f6? 27.Bf4?! g5 Telduni dámar betur 27.Bd4, men eg standi so mikið væl, at tað ger næstan ikki mun.
28.h4 Fg7 29.hxg5 hxg5 30.Bd6 Rie4 31.Bxe4 dxe4 32. Rifd4 Rd7? 33.Rif5
Fh7 34.Ried4? Fh5?? (34.Bxd4 hevði givið honum ein lítlan møguleika at koma aftur í talvið.)
35.Bxf8 Kxf8. Aftur var 35.Bxd4 besti leikur hjá honum, men hetta er vónleyst líka mikið hvat.
36.Fb8+ Fe8 (36.Kf7 lovar 37.Rid6+)
Og so hevði eg sæð ein stuttligan taktikk at enda talvið við.
37.Rie6+ Kf7 38. Rih6+ Ke7 39. Rig8+ 1-0.
Poengið er, at eftir 39.Kf7 kemur 40.Fxe8+ Kxe8 41.Rixf6+ og gafflar kongin og rókin.