Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Frásøgn frá Smuk-skak (Luitjen A. Apol)

Frásøgn frá Smuk-skak (Luitjen A. Apol)

Smuk-skak var ein vikuskiftiskapping, sum varð hildin í Skanderborg frá 20.–22. august. 80 luttakarar vóru við, og teir vóru deildir upp í 13 bólkar við 6 luttakarum í hvørjum bólki, uttan í veikasta bólkinum, har 8 luttakarar vóru. Eg var í bólkinum mester 3, sum var triðsterkasti bólkurin. Tað var ein ógvuliga javnur bólkur, har eg kanska var eitt sindur heppin at fáa fyrsta plássið við 3,5/5 stigum.

Í fjórða umfari møtti eg Claus Rossen. Hann hevði fingið 1 stig, meðan eg hevði 1,5. Eg hevði svarta fólkið í hesum talvinum. Frammanundan hevði eg fyrireikað meg uppá ein variant í Najdorf, ið eg hevði sæð, at hann nokk so vanliga spældi, men tað gjørdi hann so ikki hesaferð.

 

Claus Rossen (2092) – Luitjen Akselsson Apol (2085)

Smuk-skak (4) 22.08.2021

1.e4 c5 2.Ric3 Ric6 3.f4 g6 4.Rif3 Bg7 5.Bc4 e6 6.f5?!

6.gxf5 Hann ofrar eina finnu, fyri at vikna kongasíðuna hjá mær. Tað sær nógv tryggari út at taka við e-finnuni, men sum oftast er tað í veruleikanum nógv vandamiklari enn at taka við g-finnuni.

7.d3 Rige7 8.0-0 d5 9.exd5 exd5 10. Bb5 Be6 Nú ætli eg mær heldur í longu borg enn stuttu borg, av tí at hann longu hevur viknað kongasíðuna hjá mær.

11.Kh1?! Hann hevur givið mær eina finnu afturfyri álop, so hann kann ikki spilla tíð uppá kongaleikir. Tað hevði verið betri at spælt t.d. Rie2 ella Bg5. 11.Rig5? sær freistandi út, men hjálpir faktisk bara svørtum. Hóast mann sigur, at bispar eru eitt lítið sindur betri enn riddarar, so hevur svartur einki ímóti at býta bispin á e6 upp her. Hann er blokeraður av svørtu finnunum, og um hvítur tekur hann, so sleppur svartur eisini av við dupultfinnunar á f-linjuni. Tað hjálpir svørtum so nógv, at mann kann væl lova 11.h6 12.Rixe6 fxe6 13. Fh5 Kd7. Svartur hevur finnu meira, og hevur stabiliserað finnustøðuna.

11.Fb6 12.Fe1?! 0-0-0 (d4 var betri)

13.Bxc6 Fxc6?

Rixc6 var rætti leikurin. Hetta er ein stórur feilur, av tí at eg lovi honum at spæla d4, og soleiðis blokera øllum mínum fólki.

14. a4 ein góður leikur líka at fáa inn fyri hvítan.

14.a6 15.a5? 15.d4 hevði givið javna støðu sambært telduni, men tað er lættari at telva fyri hvítan, so eg vildi sagt, at hvítur hevur fyrimunin, men eftir 15.a5 stendur svartur klárt betur.

15.d4 16.Ria4 Rid5 17.Rie5? Bxe5 18.Fxe5 Hetta er ikki eitt gott uppbýti fyri hvítan. Hann býtir eitt av fáu fólkunum framman fyri kongin upp fyri ein bisp, ið sær góður út, men veruliga bara stendur fyri. Hvítur fær gott tak á svørtu puntunum, og tað kundi verið vandamikið, men tað er alt ov seint her. Í ringasta føri kann eg altíð reka frúnna av h2-b8 diagonalinum við f6.

18.Rhg8 19.Bf4?? Tapandi leikurin í talvinum. Hann hevði ikki roknað nóg neyvt.

19.Rxg2 (19.Rixf4 tapir aftaná 20.Rib6+)

20.Fb8+ Kd7 21. Fxb7+ Fxb7 22.Rixc5+ Kc8 23.Rixb7 Rixf4 0-1

 

Hetta hevði hann ikki sæð. Hansara ætlan var, at eftir 23.Kxb7 tekur hann bara rókin á g2, sum ikki er vardur longur. Men eg spæli Rixf4 ímillum, og verji rókin. Poengið er, at eftir t.d. 24.Rxf4 kemur 24.Bd5 og alt skramblar saman hjá hvítum.

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.