
Ein spennandi talvkapping verður sunnudagin, 11. desember í skótahúsinum í Klaksvík. Hettar er fyrsta FM kapping fyri gentur í nýggjari tíð.
Kappingin er býtt upp í 5 aldursbólkar, og umframt føroyameistaraheitið verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í 2023. Vinnararnir í hvørjum aldursbólki verða hepnu umboðini. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess



