Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Fundarfrásøgn frá aðalfundinum 25. mars

Fundarfrásøgn frá aðalfundinum 25. mars

Aðalfundur 25.03.2023 í Skúlanum við Løkin, Runavík

Til staðar: Ingi Wiberg, Gunnleif Rasmussen, Herborg Hansen, Katrin D. Apol, Brandur Ellingsgaard, Rógvi Egilstoft, Olaf Berg, Margar Berg, Eivind Jacobsen, Jónas Sólsker, Rógvi H. Olsen, Willemoes Olsen, Petur Páll Mikkelsen, Finnbjørn Vang, Henrik W. Joensen



Skrá sambært lógunum:

#1 Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
#2 Framløga av grannskoðaðum rokniskapi til góðkenningar
#3 Nevndarval
#4 Val av 2 grannskoðarum
#5 Val av 2 dómsnevndarlimum
#6 Innkomin uppskot
#7 Limagjald
#8 Ymiskt (m.a. framløga um nýtt ætlanarskriv)
#9 Fylgiskjøl

 

Fundarfrásøgn:

#1 Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári

Frágreiðingin varð góðtikin við klappi. Hon er at lesa í fylgiskjali 1.1 niðast.

 

#2 Framløga av grannskoðaðum rokniskapi til gókenningar

Ingi, formaður, legði fram rokniskapin, og rokniskapurin var einmalt samtyktur.

 

#3 Nevndarval

Ingi Wiberg, formaður, og Herborg Hansen, skrivari, stóðu fyri vali. Bæði stillaðu upp aftur, og ongin annar stillaði upp. Bæði vóru vald íaftur nevnd TSF. Fyrsti tiltakslimur gjørdist Henrik W. Joensen og annar Petur Páll Mikkelsen.


Mynd © Ingolf Gaard

 

#4 Val av 2 grannskoðarum

NUMO varð afturvald, sum er ein grannskoðara fyritøka.

 

#5 Val av 2 dómsnevndarlimum

Dómsnevndin heldur fram sum hon hevur verið. Í henni sita Petur Hans Poulsen (KTF), Jónfinn Thomasen (ST) og John Jacobsen (VT).

 

#6 Innkomin uppskot

Rógvi Egilstoft hevði sent inn 2 uppskot vegna Talvfelagið Rókur. Uppskotini eru at síggja í fylgiskjølum 6.1 og 6.2.

 

Uppskot 1 (fylgiskjal 6.1), um broyting í reglugerðini fyri FM fyri einstaklingar §11 – Landsliðsbólkur, varð samtykt uttan mótmæli.

Uppskot 2 (fylgiskjal 6.2) førdi við sær drúgt kjak um leiklutin hjá dómarum til liðkappingina, um straffin -1 stig, fyri at ikki hava dómara til staðar, hvat er røtt straff og um dómari yvirhøvur var neyðugur. Innihaldið í uppskotinum vóru fleiri smávegis broytingar í reglunum fyri liðkappingina.

Rógvi Egilstoft kom við hugskotum um, hvussu vit enn kundu kraft dómara á staðnum, men við alternativari straff. Til dømis kundi Talvsambandið givið feløgnum pengar, eitt nú til barnatelving, men so kundi ein straff verið at TSF helt aftur pengarnar. Okkurt slag av “gult kort” hevði eisini verið hóskandi, var nevnt í samanhanginum.

Eivind Jacobsen viðmerkti, at við verðandi lóg “liva vit í vónini um, at ongin kærir”. Finnbjørn Vang helt tað hevði verið eitt afturstig fyri talv sum ítróttargrein, um krav uppá dómara varð tikið burtur. Havnamenninir viðmerktu, at hettar í veruleikanum ikki verður praktiserað úti í feløgunum.

Kann dómsnevndin víðkast? Reglugerðing má endurskoðast. Kjakið vardi í ein hálvan tíma, og til endans atkvøddi meiriluti fyri uppskotinum, sum so var samtykt. 9 atkvøddu fyri og 6 ímóti.

 

#7 Limagjald

Hóast reglugerð um limagjald er, verður hon ikki vanliga praktiserað. Tí var ikki nógv talað um tað.

 

#8 Ymiskt

Framløga um nýtt ætlanarskriv

Framløgan var um eitt ætlanarskriv, nevndin hevur arbeitt við seinasta árið. Við missjón, visjón, málum og ítøkiligum verkætlanum, tíðarætlan og fíggjarætlan. Skjalið er ikki endaligt enn, smávegis forarbeiði skal gerast áðrenn ætlanin kann skjótast í gongd. Tó fekk stutta lýsingin hetta kvøldið góðar afturmeldingar frá teimum til staðar. Fólk vóru áhugaðið í at hoyra nærri um skrivið.

Powerpoint myndirnar við yvirskriftum er í fylgiskjal 8.1.

Annað

Margar kom við einum hugskoti, um at gisting burdi verið ein møguleiki til vikuskiftis Open kappingar. Hettar kann vera við til at skapa ein serligan stemning undir kappingini, fyri tey sum velja at gista.

 

#9 Fylgiskjøl

Fylgiskjal 1.1
Fylgiskjal 6.1
Fylgiskjal 6.2
Fylgiskjal 8.1

Talvsamband Føroya

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …