Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi á odda

Helgi á odda

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi við fullum stigatali eftir trý umfør.
 
Helgi vann í kvøld við svarta fólkinum á Olaf Berg við sama eyðkenda, trygga spæli, sum hann hevur havt í øllum sínum talvum higartil í kappingini. 

Talvið millum brøðurnar Høgna og Rógva Egilstoft endaði javnt, men her var als ikki talan um eitt friðarligt remis í røttum brøðraanda. Tað var tvørturímóti farið til stálið, so at neistarnir fuku kring borðið. Rógvi tóktist at hava sigurin í hendi, men var ikki nóg neyvur í endatalvinum. Tíðin var knøpp, og yngri bróðirin vísti enn eitt dømi um sítt snildsiliga kynstur, tá ið hann lumpaði sær eitt remis í ógvuliga hættisligari støðu.
 
Tað var harður dystur á hvørjum borði í triðja umfari í kvøld. Carl Eli koppaði Luitjen í fløktum talvi, sum torført var at fáa hylling á. Men Carl Eli telvaði væl og vann at enda sannførandi.
 
Talvið millum Eyðun Nolsøe og Martin Poulsen endaði javnt. Talvið gjørdist drúgt, men lá helst allanvegin innan remismark, hóast telvað var væl og leingi.
 
 
Helgi Dam Ziska er nú einsamallur á odda við fullum stigatali. Í fjórða umfari týsdagin er toppdystur millum Helga og Høgna.
 
 
Dagsins umfar
 
Soleiðis var telvað í triðja umfari í Landsliðsbólkinum í dag:
 
3. Umfar tann 2023/04/03 kl. 17:00
Bo. Nr. Rtg   Navn Úrslit   Navn Rtg Nr. PGN
1 2 2153 FM Samuelsen, Carl Eli Nolsoe 1 – 0   Apol, Luitjen Akselsson 2143 8 PGN
2 3 2300 FM Poulsen, Martin ½ – ½   Nolsoe, Eydun 2174 1 PGN
3 4 2211 FM Berg, Olaf 0 – 1 GM Ziska, Helgi Dam 2545 7 PGN
4 5 2407 FM Nielsen, Hogni Egilstoft ½ – ½ FM Egilstoft, Rogvi 2298 6 PGN
 

Støðan í FM-bólkinum

Rk.   Navn Elo Land 1 2 3 4 5 6 7 8 Stig  TB1   TB2 
1 GM Ziska, Helgi Dam 2545 FAI *     1 1     1 3 3,00 1
2 FM Nielsen, Hogni Egilstoft 2407 FAI   * ½   1   1   2,5 2,75 0,5
3 FM Egilstoft, Rogvi 2298 FAI   ½ *   0     1 1,5 1,75 0,5
4 FM Samuelsen, Carl Eli Nolsoe 2153 FAI 0     *   ½ 1   1,5 1,50 0
5 FM Berg, Olaf 2211 FAI 0 0 1   *       1 1,50 1
6   Nolsoe, Eydun 2174 FAI       ½   * 0 ½ 1 1,00 0,5
7   Apol, Luitjen Akselsson 2143 FAI   0   0   1 *   1 1,00 0
8 FM Poulsen, Martin 2300 FAI 0   0     ½   * 0,5 0,50 0


Toppdystur týsdagin
 
Í fjórða umfari týsdagin bresta favorittarnir báðir, okkara bestu telvarar og føroyameistarar seinastu seks árini, saman. Helgi Dam Ziska móti Høgna Egilstoft Nielsen. Helgi við hvíta fólkinum.
 
Helgi hevur telvað best higartil. Høgni hevur verið kroystur í tveimum av talvunum, men við góðum snildum hevur hann kortini loftað sær úr vanda. Men móti stórmeistaranum er neyðugt at telva lýtaleyst, skalt tú hava ein møguleika. Tó er vert at hava í huga, at talvini millum Helga og brøðurnar Egilstoft Nielsen enda ofta remis. Viðhvørt vinnur Helgi. Í vanligum standardtalvi hevur Helgi einki talv tapt móti føroyskum mótstøðumonnum, síðan hann gjørdist stórmeistari í 2016. 
 
Fleiri munnu fara at fylgja við beinleiðis á netinum, tá ið fyrstu leikirnir verða fluttir í morgin klokkan 17.00.
 
Telvað verður soleiðis í fjórða umfari týsdagin: 

4. Umfar tann 2023/04/04 kl. 17:00
Bo. Nr. Rtg   Navn Úrslit   Navn Rtg Nr. PGN
1 8 2143   Apol, Luitjen Akselsson   FM Egilstoft, Rogvi 2298 6  
2 7 2545 GM Ziska, Helgi Dam   FM Nielsen, Hogni Egilstoft 2407 5  
3 1 2174   Nolsoe, Eydun   FM Berg, Olaf 2211 4  
4 2 2153 FM Samuelsen, Carl Eli Nolsoe   FM Poulsen, Martin 2300 3


Hinir bólkarnir
 
Í 1. bólki eru Herluf Hansen úr Havnar Telvingarfelag og Torkil Nielsen úr Sandavágs Talvfelag á odda við 2½ stigi hvør.
 
Í almenna bólkinum er Flóvin Matras Tummasarson úr Klaksvíkar Talvfelag einsamallur á odda við fullum stigatali.
 
Og í unglingabólkinum er Petur Magnussen úr Havnar Telvingarfelag einsamallur á odda við fullum stigatali.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …