Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Søguliga sterkt FM

Søguliga sterkt FM

Havnar Telvingarfelag, sum hin 18. apríl í ár fyllir 100, skipar um páskirnar fyri árligu føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar.
 
Og nú so stórur dagur nærkast, er tað hugaligt hjá elsta talvfelagnum í landinum at sanna, at flest allir av okkara fremstu telvarum fara at hátíðarhalda hetta søguliga hvarvið í føroyskari telving við at manna hin sterkasta FM-bólkin nakrantíð. Undantikin eru tey hendinga árini, tá ið útlendingar eru bodnir við í eina opna FM-kapping.

Freistin at boða frá luttøku til árligu FM-kappingina í talvi fyri einstaklingar, var úti á midnátt í gjár.
 
John Arni Nilssen og John Rødgaard, sum báðir búgva í Danmark, eru teir einastu av fremstu sjey telvarunum á føroyska styrkilistanum, sum ikki eru við í FM-kappingini í ár. Hinir eru allir við. Og fyri fyrstu ferð nakrantíð eru okkara topp 4 í Føroyum – útisetin John Arni Nilssen undantikin – allir í landsliðsbólkinum saman. Hesir eru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen og Rógvi Egilstoft.
 
Av teimum átta, sum manna landsliðsbólkin í ár, hava sjey verið føroyameistarar. Hin áttandi – Luitjen Akselsson Apol – hevur tó verið í FM-finaluumdysti. Og abbin við sama navnið var føroyameistari fleiri ferðir í síni tíð.
 
Føroyska talvlandsliðið avmyndað fyri dyst á talvolympiaduni í India í fjør summar. F.v.: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard á 4. borði ytstur á myndini. Helgi, Høgni og Rógvi eru nú fyri fyrstu ferð allir tríggir saman í landsliðsbólkinum.

 

65 telvarar í alt
 
Kappast verður í fimm bólkum. Landsliðsbólkinum, 1. bólki, Almenna bólkinum, Unglingabólkinum og Veteranbólkinum. Átta eru í ávikavist landsliðsbólki og 1. bólki, 25 eru í almenna bólkinum, 18 í unglingabólkinum og seks í veteranbólkinum.
 
Tað er góð luttøka samanborið við miðalluttøkuna tey seinnu mongu árini. 
 
Í Landsliðsbólkinum eru fimm av teimum átta úr Havnar Telvingarfelag. Martin Poulsen kom við í evstu løtu, tó at ivi var til tað síðsta, um hann fekk verið við. Sterku brøðurnir úr Sandavágs Talvfelag, Høgni og Rógvi, eru báðir við. Hin áttandi er Eyðun Nolsøe úr Klaksvíkar Talvfelag. 
 
Teir einastu, sum kundu trokað aðrar av hesum av umframt John Arna Nilssen og John Rødgaard, eru Ólavur Simonsen, Jóan Hendrik Andreasen og Hans Kristian Simonsen. Tá eru ikki íroknaðir Bogi Ziska, sum nærum einki hevur telvað av týdningi í fleiri ár, men framvegis stendur við einum tali, sum endurspeglar tey úrslit, ið hann hevði fyri útivið fjórðingsøld síðani, og Flóvin Tór Næs, sum býr í Danmark, og hevur fingist ógvuliga lítið við telving nú í fleiri ár. Hesir fyrrverandi føroyameistarar síggjast framvegis á føroyska topp 10 listanum við at kalla sama Elo-styrkitali, sum teir høvdu, tá teir einaferð vóru upp á tað besta. 
 
1. apríl – sama dag sum FM-kappingin byrjar – fer altjóða talvsambandið FIDE at kunngera nýggjan, dagførdan styrkilista, sum helst víkir nakað frá teimum tølunum, sum brúkt eru at flokka telvararnar í teir ymsu bólkarnar í ársins FM-kapping.
 
FM-kappingin í talvi verður á Finsen í Havn í døgunum frá 1. apríl til langa fríggjadag 7. apríl.
 
 
Landsliðsbólkurin 2023
 
Nr.   Navn FideID Land Elo
5 GM Ziska, Helgi Dam 7200595 FAI 2545
2 FM Nielsen, Hogni Egilstoft 7200404 FAI 2407
7 FM Poulsen, Martin 7200315 FAI 2300
6 FM Egilstoft, Rogvi 7200447 FAI 2298
4 FM Berg, Olaf 7200420 FAI 2211
8   Nolsoe, Eydun 7200218 FAI 2174
1 FM Samuelsen, Carl Eli Nolsoe 7200277 FAI 2153
3   Apol, Luitjen Akselsson 7202466 FAI 2143

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.