VT Open var sunnudagin telvað í Miðnám í Vestmanna. 36 børn luttóku í alt, og 5 umfør vóru telvað í tveimum aldursbólkum.
Í bólkinum 4 fl. og yngri var Baldur Bjarnason Jørgensen greiður vinnari við 5 út av 5 stigum. Í hølinum á honum vóru tað Rógvi Debes Fjallsbak og Teitur Sivertsen sum gjørdust ávikavíst nummar 2 og 3. Meira kann síggjast um úrslitini í yngra bólkinum her.
Í bólkinum 5 fl. og eldri vóru Emil Jamil Jacobsen og Hanus á Lógv javnir á odda við 4,5 stigum. Tó hevði Emil hægri mótstøðu stig, og fekk gullmedaljuna við heim. Við 3 stigum vóru tað sjey børn jøvn, men við flest mótstøðustigum var tað Pætur Andreasen sum tryggjaði sær 3. plássið. Meira um úrslitini úr eldra bólkinum kunnu síggjast á leinkjuni.
Hettar var somuleiðis seinasta barnakappingin, TSF skipar fyri í hesum kappingarári. Tað er gleðiligt, at hava sæð støðuga øking av tali av luttakarum. Tað kann sigast at hava verið stór framgongd; tað, at fara frá at at avlýsa fyrstu kappinginum, tí ov lítil undirtøka var, til at uppá tað besta síggja yvir 50 luttakarar til eina vikuskiftiskapping. Um hendan øking heldur á fram fara vit veruliga síggja talv blóma í Føroyum.
Hjartaliga tillukku til vinnararnar, túsund takk fyri í ár, og vit vóna at vit síggjast eina aðruferð.
Við talvkvøðu,
Talvsamband Føroya
Myndir frá degnum: