Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / HT1 vann unglingadeildina í liðkappingini

HT1 vann unglingadeildina í liðkappingini

Unglingadeildin telvaði seinast umfar í mikudagin í síðstu viku. Hetta var skipað sum felagsumfar og var ST vertur á degnum.

6 lið hava kappast í Unglingadeildini í vetur og omanfyri 40 unglingar hava roynt seg. Ígjøgnum kappingina hava HT1 verið stinnari enn kappingarneytanir og høvdu HT1 eisini vunnið FM heiti áðrenn seinasta umfar. Teimum næstir kom KTF og síðan ST1.

Hjartaliga tillukku til vinnararnar!

 

Støðan í deildini

HT1 32 stig
KTF 26 stig
ST1 23 stig
GT 14 stig
ST2 12 stig
HT2 11 stig

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.