Heim / Tíðindi (síða 26)

Tíðindi

Óbroytt í oddinum

Kappingin er at kalla skrædnað í helvt í landsliðsbólkinum, eftir at 3. umfar hevur verið á skránni í dag. Oddamenninir stóðu nevniliga allir eftir sum sigursharrar í dagsins talvdystum, og við hesum er munurin frá 3. plássi niður á 4. pláss longu nú 1½ stig, og tí er alt, sum bendir á, at føroyameistarin í 2022 skal finnast millum teir tríggjar, Høgna Egilstoft Nielsen (2410), Luitjen Akselsson Apol (2160) og Hans Kristian Simonsen (2176). Les meira »

Høgni og Luitjen á odda

Nú tvey umfør eru telvað av føroyameistarakappingini í talvi, eru tað Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum hava lagt seg á odda í landsliðsbólkinum. Júst hesir báðir hava fyrr verið stavn um stavn í kapping um føroyameistaraheitið. Tað var fyri tveimum árum síðani í 2020, tá teir endaðu javnir í kappingini. Í umdystinum var Høgni Egilstoft Nielsen tó sterkari og gjørdist tá føroyameistari fyri aðru ferð. Les meira »

Helgi fremri enn íslendingar

Nú altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt nýggjasta styrkilistan fyri apríl 2002, kunnu føroyingar bretta sær á.
 
Íslendingar hava altíð staðið føroyingum sum lýsandi fyridømi í talvi. Tað er ikki av ongum, at Ísland hevur havt støðu sum lutfalsliga fremsta talvtjóðin í heiminum eftir fólkatalinum. Íslendska talvsøgan er so glæsilig, at hon kann sammetast við víðagitnu fornsøgurnar. 

Les meira »