Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Stórsigur í útsettum dysti

Stórsigur í útsettum dysti

Vágamenn leggja oddaliðið úr Havnar Telvingarfelag undir trýst.

 

 

Tað hefti ikki fyri hjá sandavágsmonnum í útsetta dystinum í 1 deild í landskappingini í talvi, sum var telvaður í Vágum í gjárkvøldið.

 

Úrslitið var 3½-½ til Sandavágs Talvfelag móti B-liðnum hjá Klaksvík. Sandavágur er tí bara eitt stig frá Havnini eftir at øll liðini í fremstu deildini hava telvað fýra dystir.

 

 

1 deild (4 umfar)

Sandavágur – Klaksvík (B) 3½ – ½

Høgni Egilstoft Nielsen – Haldur S. Johansen 1 – 0

Silas Eyðsteinsson – Wille Olsen ½ – ½

Jón í Horni Nielsen – Rani Nolsøe 1 – 0

Torkil Nielsen – Tummas M. Sólsker 1 – 0

 

Støðan í 1 deild

Havnin 13½ stig

Sandavágur 12½

Klaksvík 8½

Havnin (B) 5

Klaksvík (B) 5

Kollafjørður 3½

 

Kappingin liggur nú still til eftir nýggjár. Fimta umfar er 12 januar. Tá bresta oddaliðini Havnin og Sandavágur saman í fyrra sínamillum dystinum. Roknast kann við, at Rógvi Egilstoft verður við á liðnum hjá Sandavági til toppdystin í fimta umfari.

 

Fleiri dystir í hinum deildunum, sum vórðu útsettir fyri veður sunnudagin, eru framvegis ikki telvaðir. 

 

Sí eisini

Talvlega fyri børn og ung

Talvsamband Føroya skipar í døgunum 5. til 6. apríl fyri talvlegu fyri børn og ung. …