Sunnudagin 1. desember bleiv telvað um føroyameistaraheitið fyri børn og ung í Stranda skúla. Samstundis bleiv telvað um úttøku til NM, sum verður í Íslandi í februar 2025.
Eins og vanligt bleiv kappingin skipað í 5 bólkur. Talvsamband Føroyar sendir á hvørjum ári 10 børn og ung til NM kappingina. Tveir teir fremstu telvararnir i hvørjum bólki verða úttiknir. Í fleiri bólkur var stórur spenningur, og fleiri umdystir blivu telvaðir.
Bólkur A (2005 – 2007)
Fimm telvaðar kappaðust um tey 2 plássini í bólki A. Luitjen Akselsson Apol, sum vann sær ein IM norm til OL fyrr í ár, var stórur favorittur at vinna bólkin. Væntast kundi, at Jón í Horni Nielsen og Elias Petersen, sum hevur havt stóra framgongd seinastu mánaðirnar, fóru at kappast um hitt plássið. Men soleiðis bleiv ikki.
Rógvi Heinason Olsen tók øll av bóli við sera góðari telving. Hann vann á Boga, Eliasi og Jóni, áðrenn hann í 4. umfari skuldi telva móti Luitjeni. Luitjen og Jón høvdu telvað javnt innanhýsis fyrr í kappingini, so Rógvi hevði nokk við einum javnleiki, fyri at tryggja sær føroyameistaraheitið. Sjálvt um meira enn 500 ratingsstig vóru á muni, kláraði Rógvi at fáa javnt við svarta fólkinum. Sera flott avrik av Rógva.
Lutjen endaði nr. 2 við 3 stigum, og umboðar sostatt Føroyar í bólki A saman við Rógva. Jón bleiv nr. 3 við 2,5 stigi.
Øll úrslitini í bólki A síggjast her: Chess-Results Server Chess-results.com – Bólkur A – Finalan
Bólkur B (2008 – 2009)
Petur Gardar Magnussen vann bólkin trygt við 3,5 stigum. Hann telvaði javnt móti Róki og vann rest. Petur sær út til at hava tikið eitt veruligt lop í sínari menning seinastu mánaðirnar. Hann og nakrir aðrir ungir telvarar vóru uttanlands og telvaðu í heystferiuni. Tað sær út til at hava gjørt góðan mun. Vónandi koma vit at síggja aðrar ungar føroyskar telvarar, leita sær útum landoddarnar til talvkappingar.
Eins og í yngsta bólkinum mátti umdystir til, fyri at finna útav, hvør skuldi fáa seinna plássið í B bólkinum. Bæði Rókur og Brestir endaðu við 2,5 stigi. Brestir vann móti Róki í sjálvari kappingini, men í umdystinum var Rókur stinnari. Hann vann annað talvið, meðan hitt endaði javnt.
Øll úrslitini í bólki B kunnu síggjast her: Chess-Results Server Chess-results.com – Bólkur B – Finalan
Bólkur C (2010 – 2011)
Í mittasta bólkinum verða tað beiggjarnir, Oskar og Emil, sum koma at umboða Føroyar. Hóast teir nokk eru royndastu telvararnir í bólkinum, so royndu hinir telvararnir at arga teir.
Ein av avbjóðarunum var Pætur Andreasen úr Gøtu Talvfelag. Pætur telvaði væl, og tá bert 2 umfør vóru eftir, var hann á fyrsta plássi við 2,5 stigum. Møguliga nervarnar ávirkaðu nakað, tí Pætur fekk bara hálvt stig av tveimum teimum seinastu umførunum. Pætur fekk 3 stig og endaði á 3. plássi.
Sámal Nesá beit eisini frá sær. Hann endaði á 4. plássi við 2,5 stigum. Hann fekk m.a. javnt móti Oskari.
Føroyameistari bleiv Emil Jacobsen Jamil við 4 stigum. Hann vann 4 talv, og tapti eitt. Nr. 2 bleiv yngri beiggin Oskar Jacobsen Jamil við 3,5 stig.
Øll úrslitini í bólki C kunnu síggjast her: Chess-Results Server Chess-results.com – Bólkur C – Finalan
Bólkur D (2012 – 2013)
Undan kappingini í næst yngsta bólkinum vóru Djóni F.C. Jakobsen og David Lützen favorittar at vinna kappingina. Men spenningur var um, hvørt Nóel Sunason Berglind, sum vann 1. undankappingina, kundi geva teimum mótstøðu. Tað vísti hann veruliga, at hann kundi.
Eftir 6. umfør stóð á jøvnum millum teir tríggjar, David, Djóna, og Nóel. Allir høvdu teir 4 stig av 5 møguligum. Teir høvdu allir telvað innanhýsis, og høvdu vunnið móti hvørjum øðrum. Roknast kundi tí við, at tað skuldi blíva umdystur millum allar tríggjar. Men tíverri fyri Nóel, so tapti hann í seinasta umfari móti Aron, og mátti taka til takkar við einum 3. plássi, eftir at hava telvað eina góða kapping.
David byrjaði heldur illa. Eftir 2 umfør hevði hann einki stig fingið. Hann hevði fyrst fríumfar og tapti síðani móti Nóeli. Í 3. umfari møttust David og Djóni. David vann hetta talvið, sum samstundis var einasta talv, sum Djóni tapti.
Teir báðir endaðu við 5 stigum av 6 møguligum. Í umdystinum um fyrsta plássið vann David bæði talvini og gjørdist sostatt føroyameistari.
Øll úrslitini í D bólkinum kunnu síggjast her: Chess-Results Server Chess-results.com – Bólkur D – Finalan
Bólkur E (2014 – yngri)
Yngsti bólkurin er altíð spennandi. Hóast stórur munur kann tykjast at verða millum telvararnar, so koma oftast flest yvirraskandi úrslit í hesum bólkinum. Hesaferð var einki undantak.
Føroyameistari, og einasti telvari við fullum stigatali í allari kappingini, gjørdist Baldur Bjarnason Jørgensen. 7 út av 7 møguligum stigum. Heili 2,5 stig fremst. Flott!
Um 2. plássið var stórur spenningur. 4 telvaðar kappaðust um hetta plássið. Tá talt bleiv saman, endaðu systkini við Xin eftirnavninum jøvn við 4,5 stigum. Hálvt stig frammanfyri, John Berg Danielsen og Samson Nigroarson Hermansen. Tí mátti umdystur til.
Í umdystinum lat Lisa ongan iva verða um, hvør skuldi hava 2. plássið. Hon vann bæði talvini móti 2 ára yngra beiggjanum Andrew.
Øll úrslitini í E bólkinum kunnu síggjast her: Chess-Results Server Chess-results.com – Bólkur E – Finalan
NM hópurin 2025
Tey, ið hava telvað seg til eitt pláss í NM hópinum, sum skal til Íslandi, í vikuskiftinum 14. – 16. februar 2025, eru hesi:
Bólkur A
Rógvi Heinason Olsen, Klaksvíkar Talvfelag
Luitjen Akselsson Apol, Havnar Telvingarfelag
Bólkur B
Petur Gardar Magnussen, Havnar Telvingarfelag
Rókur Davidsen, Klaksvíkar Talvfelag
Bólkur C
Emil Jacobsen Jamil, Sandavágs Talvfelag
Oskar Jacobsen Jamil, Sandavágs Talvfelag
Bólkur D
David Lützen, Talvfelagið Rókur
Djóni F.C. Jakobsen, Havnar Telvingarfelag
Bólkur E
Baldur Bjarnason Jørgensen, Havnar Telvingarfelag
Lisa J. Xin, Havnar Telvingarfelag