Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / INNBJÓÐING: FM gentur 2024

INNBJÓÐING: FM gentur 2024

Skipað verður fyri FM gentur 2024 í Kolshøll á Eiði leygardagin 30. november.  Byrjað verður klokkan 11.00.

Kappingin verður skipað sum ein kapping, har tíðin á klokkuni er 10 minuttir í part + 5 sekund per leik. Umframt føroyameistaraheitið, verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið 2025 fyri gentur í 3 ymiskum aldursbólkum. Talvsambandið vónar at kunna senda 2 gentur í hvørjum aldursbólki avstað, at umboða Føroyar. NM fyri gentur verður telvað í Danmark í apríl 2025.

Aldursbólkarnir til NM eru hesir:

Bólkur A U20: Fødd í 2004-2007

Bólkur B U16: Fødd í 2008-2009

Bólkur C U14: Fødd í 2010- og yngri

 

Tilmelding

Til ber at melda til FM fyri gentur 2024 við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com. Viðmerkjast skal navn og føðingardagur hjá luttakara. Freistin at tekna seg er fríggjadagin 29. november kl. 18.00.

 

 

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.