Heim / Tíðindi (síða 24)

Tíðindi

Talvlandsliðið fær gullvenjara

Talvsamband Føroya hevur gjørt kvetti.
 
Sáttmáli er gjørdur við eitt hitt størsta venjaranavnið í talvheiminum, Ivan Sokolov, sum nú verður knýttur at føroyska landsliðnum.
 
Ivan Sokolov leiddi í summar Usbekistan til sigurs á talvolympiaduni í India. Usbekiski OL-sigurin kom sum ein bumba, og er størsta sensasjónin í olympiskari talvsøgu.
 
Sokolov hevur frammanundan verið venjari hjá øðrum talvlandsliðum, eitt nú hjá Sameindu Arabisku Emirríkjum og Iran. Sum iranskur landsvenjari hevði hann undir hond undurbarnið Alireza Firouzja, ið nú telist millum heimsins fremstu telvarar.

Les meira »

Helgi endurvann FM

Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag er framvegis føroyameistari í snartalvi og kviktalvi. 
 
Stórmeistarin endurvann um vikuskiftið bæði heitini í árligu FM-kappingini norðuri á Eiði. 
 
Áhugin var stórur fyri kappingini. Í snarkappingini leygardagin vóru 46 telvarar, og í kvikkappingini í dag sunnudagin vóru 48 telvarar við.

Les meira »

“Teir telva títt, teir telva dátt”!

Soleiðis verður kvøðið í Skrímslu.
 
Og um vikuskiftið verður telvað av øllum lívsins kreftum, tá kappast verður um føroyameistaraheitið í bæði snartalvi og kviktalvi.
Telvað verður í Hólmahúsinum á Eiði leygardagin og sunnudagin 12. og 13. november. 

Les meira »

HT vann barnaliðkappingina í Klaksvík 5/11

Leygardagin 5. november varð barnaliðkapping í kviktalvi telvað á Skúlatrøð í Klaksvík. 8 lið vóru við hesaferð í mun til 6 til seinastu kapping. Tey telvaðu í 2 ymiskum aldursbólkar. 4 flokk og yngri og 5 flokk og eldri. Í yngra bólkinum varð telvað einaferð ímóti hvørjum øðrum, og í eldra vóru dubultumfør telvað.

Og tað var Havnar Telvingarfelag sum stóð seg best í báðum aldursbólkunum, og vunnu gull í eldra, og gull og silvur í yngra bólkinum. Les meira »

Sandavágur í stórum stíli

Sandavágs Talvfelag er flúgvandi í føroysku landskappingini. 
 
Í triðja umfari í dag vunnu vágamenn stórsigur 3½-½ á klaksvíkingum. Brøðurnir Rógvi og Høgni vunnu báðir á ovaru borðunum, og hava fult stigatal eftir trý umfør. Silas Eyðsteinsson vann eisini á triðja borði. Tann einasti, sum hóraði undan á klaksvíksliðnum, var Wille Olsen, sum telvaði javnt móti tí unga Jón í Horni Nielsen.

Les meira »

Sandavágsmenn á odda

Landskappingin í talvi er byrjað. Tvey umfør eru avgreidd, og í morgin er triðja umfar á skránni.
 
Í 1. deild er gongdin tann vanliga. Vágamenn leypa avstað. Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag eru sær sjálvum líkir seinir í byrjanarspurtinum, og liggja longu eina hálva bátslongd aftanfyri Sandavág.  Og uppflytararnir – Kollafjarðar Talvfelag – hava sum væntandi var ilt við at standa seg móti hinum.

Les meira »

Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik

Hólmahúsið (fótbóltshúsið) á Eiði verður karmur um FM-Snar og FM-Kvik dagarnar 12. og 13. november.

Byrjað verður leygardagin kl. 13.30, tá FM-Snar verður telvað. Sunnudagin kl. 13.30 verður FM-Kvik telvað. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.

Les meira »

Innbjóðing til Barnatalvkapping fyri lið í Klaksvík 5/11

Leygardagin tann 5. november verður barnatalvkapping fyri lið aftur á skránni, hesaferð á Skúlatrøð í Klaksvík. Kappingin byrjar kl. 10:00.

4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini gott hava útskiftarar. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.

Tiltakið er serliga eitt gott høvi hjá nýbyrjarum at royna seg, at læra at brúka klokku og at koma at kenna talvumhvørvið og aðrar ungar talvspírar. Les meira »