Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barna Grand Prix í Finsen

Barna Grand Prix í Finsen

Leygardagin bleiv fyrsta av fimm Barna Grand Prix kappingum telvað í Finsen í Tórshavn. Telvað bleiv í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. 31 børn luttóku í kappingunum.

Stuttligt er at síggja, at børn leggjast afturat og mennast. Fleiri av børnunum eru eisini at síggja til kappingar millum tey vaksnu. 

Úrslit og støður – 4. flokkur og yngri: Chess-Results Server Chess-results.com – 4. flokkur og yngri – BGP 1 av 5

4. flokkur og yngri – Elias, Baldur og Filip

Úrslit og støður – 5. flokkur og eldri: Chess-Results Server Chess-results.com – 5. flokkur og eldri – BGP 1 av 5

5. flokkur og eldri – Dávid, Sámal og Djóni

Næsta barnakapping verður leygardagin 8. februar, tá ein liðkapping verður telvað. 

 

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.